Í dag byrjar jólaskráin á Tvøroyri. Fríggjadagin 27. november hava handlarnir opið frá kl. 09:00 á morgni og til kl. 22:00 á kvøldið ??? tað er sokallaður ???Black Friday??? og nógv er gjørt burturúr. Handlarnir eru á tremur við góðum tilboðum og vakurt er pyntað í handilshølunum.
Sama dag Kl. 17:00 verður jólatræið í Trongisvági tendrað og kl. 18:00 jólatræið í Froðba. Til bæði tiltøk vitjar Tvøroyrar Hornorkestur og til ber at fáa kaffi og gløgg frá Glasstovuni. Í Trongisvági heldur Viberg Sørensen røðu, meðan Jens Arni Hammerfoss tekur sær av røðuni í Froðba.
Sunnudagin 29. november kl. 14:00 verða dyrnar lætnar upp á Seglloftinum, fyri árliga, sera væl umtókta jólamarknaðinum. Heilt fram til kl. 21:00 ber til at keypa alskyns heimavirkaðar vørur, so sum klædnapløgg, jólapynt, góðgæti og mangt annað forkunnugt.
Kl. 17:00 verður stóra jólatræið í miðbýnum tendrað. Jónsvein Bech, prestur, heldur røðu og Tvøroyrar Hornorkestur spælir nøkur løg. Jólamenninir vitja, saman við sløkkiliðnum og børnini fáa pakkar. Bollar og kakao verður eisini at fáa.
Jólatræið í ??ravík verður tendrað 5. Desember kl. 13:00. Jónsvein Bech, prestur, heldur røðu og Tvøroyrar Hornorkestur spælir. Aftaná er opið í bønhúsinum, har kaffi og smákøkur verða at fáa.
Hjartaliga vælkomin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald