Vinna

Hýrurnar skulu á hædd við tær norsku

...

2016-05-17 12:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jan Højgaard:

 Føroysku manningarhýrurnar eru verri enn tær norsku, og tí skulu tær upp, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag eftir Noregs-ferð. Hann væntar avgjørt, at føroysku manningahýrurnar eisini í framtíðini fara at byggja á býtisprosent, men at tær í størri mun enn í dag fara at verða umroknaðar til daglønir.

Sum fyrireiking til at fara undir dagføring av sáttmálanum fyri fiskiskip, hevur øll FF-nevndin júst verið í Noregi at kunna seg um, hvussu sáttmálarnir og manningarviðurskiftini annars eru skrúvað saman har.
Tað var í sambandi við sáttmálan, sum FF í mai í fjør skrivaði undir við Føroya Reiðarafelag, at tað eisini varð avtalað, at feløgini í felag skuldu fara undir at eftirhyggja og dagføra allan sáttmálabygnaðin, sum hann er.
Ryggurin í verandi sáttmála er elligamal. Fleiri ásetingar eru beinleiðis ótíðarhóskandi, og ofta eru tær so illa orðaðar, at tað elvir til tulkingartrupulleikar og ???stríð.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, heldur seg og nevndina hava fingið sera nógv burturúr Noregs-ferðini.
 ???Vit samanbera okkum ofta við Noreg, tá tað snýr seg um fiskivinnuna, og hópur av føroyingum siglir og hevur siglt við norskum skipum. Tí er tað náttúrligt hjá okkum sum fakfelag at hyggja at teimum, og tað gera reiðararnir eisini. Vit vistu frammanundan, at viðurskiftini á flest øllum økjum eru betri skipað hjá norskum fiskimonnum enn her heima, men tað kom eitt sindur óvart á okkum, hvussu nógv betri teirra sáttmálar eru???, sigur hann.


"Vit skulu á hædd við norskar hýrur og samsýningar annars", sigur Jan Højgaard, formaður í FF.

Býtisprosentið er bulurin
FF-formaðurin sigur, at ferðin í øllum førum hevur sannført alla nevndina um, at býtisprosentið framhaldandi verður bulurin í føroysku manningarhýrunum, og at býtisprosentið í Føroyum gjøgnumgangandi er ov lágt samanborið við í Noregi.

???Tað vanliga í Noregi er at rokna við einum ???lot???, sum er eitt býtisprosent fyri hvønn einstakan av manningini, ístaðin fyri sum hjá okkum, har býtisprosentið er fyri alla manningina at býta. Umrokna vit einstøku hýrurnar við til dømis einum norskum uppsjóvarskipi til býtisprosent fyri alla manningina, so liggur hon á 20-22 prosent, og tað er uttan eykapartarnar til yvirmenninar. Til samanberingar, so er býtisprosentið í okkara egna uppsjóvarflota sum kunnugt bara 17,5 prosent. Og við einum norskum línuskipi við 12 monnum er samlaða hýran omanfyri 44 prosent???, sigur hann.

FF-formaðurin vísir eisini á, at eftir norsku sáttmálunum eru tað fleiri enn bara yvirmenninir, ið fáa eykapartar, og at samsýningar eru fyri ymiskt eykaarbeiði umborð, til dømis verður tímaløn goldin fyri vaktarbrot.


Liegruppen í Straume við Bergen eigur trý uppsjóvarskip. Býtisprosentið áðrenn eykapartar liggur um 20-22, sigur Lars Olav Lie, reiðari.

Skulu á hædd við Noreg
Jan Højgaard sigur, at fremsta málið hjá Fiskimannafelagnum er at fáa føroysku hýrurnar og samsýningarnar í minsta lagi ájavnar við tær norsku.

???Í Føroya Reiðarafelag hava teir leingi talað fyri at fara yvir til at fastar lønir umborð á føroysku fiskiskipunum, kanska við onkrari bonusskipan, men óbundnar av býtisprosenti. Í hesum sambandi er Noreg ofta vorðið nevnt, og vit hildu satt at siga, at fastar lønir eftir tí leistinum eru vanligar har yviri. Men tað fingu vit so staðfest, at tað eru tær ikki. ??ll fiskiskip í Noregi løna manningini við býtisprosenti, og teirra prosentpartar eru altso væl betri enn okkara???, staðfestir Jan Højgaard.

???Nakað annað er so, at norðmenn í størri mun her brúka ymiskar javningarskipanir, soleiðis at menninir, sum sigla við somu skipum, fáa nøkulunda somu løn roknað fyri árið. Vit kenna slíkar skipanir frá okkara uppsjóvarflota, har manningarparturin verður roknaður um til dagløn, og yvirmenninir í onkrum føroyskum reiðaríi hava eisini sonevndar fastlønarskipanir við bonusskipan.???

???Men bulurin í slíkum skipanum er framvegis býtisprosentið, eisini í Noregi, og ein av leiðarunum í fiskimannadeildini í norska Sjømansforbundet heilsaði okkum, at hon fegin vildi frætta, um vit í Føroyum kláraðu at gera eina fastlønarskipan, leysa av býtisprosentinum, sum ikki sæð yvir tíð førdi til væl lægri hýrur. Hon dugdi so ikki at ímynda sær eina sovorðna skipan???, sigur Jan Højgaard.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder