Ítróttur

HSF: Vunnu eftir brotskastkapping

...

2018-08-18 12:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað skuldi brotskastkapping til fyri at avgerða dagsins EM-dyst millum U18-landsliðini hjá Føroyum og Georgia.

Tað var annars ikki líkt til, at tað fór at gerast ein javnur og spennandi dystur, tí føroysku dreingirnir løgdu út sum eitt ódnarveður og eftir lítlari løtu var støðan 7-1 til Føroyar. Sum fráleið kom georgiska liðið betur inn í dystin og tá farið var til hálvleiks var støðan 18-12 til Føroyar.

Føroyingarnir fingu eina stak ringa byrjan í seinna hálvleiki og eftir 10 minuttum hevði Georgia hálað seg upp á javnleik, 19-19, og komu eisini framum við einum máli.

Føroysku dreingirnir fingu tikið í herðatoppin á sær sjálvum og síðstu minuttirnar gjørdist dysturin ógvuliga spennandi. Tá hálvur minuttur restaði í, fingu Føroyar brotskast, sum Elias á Skipagøtu trygt setti í netið til 27-26, men í síðstu sekundunum eydnaðist tað Georgia at javna.

Brotskastkapping
Hákun Vest av Teigum var fyrsti brotskastskjúttin og hann var ivaleysur. Hinir vóru Elias á Skipagøtu, Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikkelsen og Pauli Mittún, sum eisini allir skoraðu. Ein georgiskur skjútti brendi og harvið vunnu Føroyar.

Sigurin merkir, at Føroyar antin enda sum nummar fimm ella seks í EM-kappingini. Dysturin um tey plássini er í morgin og verður móti vinnaranum av dystinum millum Finnland og Luksemburg.

Málskjúttar:
Elias á Skipagøtu 13
Hákun Vest av Teigum 6
Dánjal Ragnarsson 6
Julian Kragesteen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Pauli Mittún 2
Heini á Heygum 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder