Vinna

HSF: U19-landsliðið hjá kvinnum til Litavia

...

2015-04-15 22:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska U19-landsliðið hjá kvinnum fór í dag úr Føroyum við leiðini til Litava, har tær skulu spæla tríggjar EM-undandystir komandi vikuskifti. Liðið steðgar í dag í Keypmannahavn, har tær hava vant og skulu spæla venjingardyst móti Team Amager í kvøld kl. 19.00 í Sundbyhallen. Team Amager spælir í donsku 2. división.


Leikskráin hjá føroyska liðnum sær soleiðis út:
Fríggjadagin 17/4 kl. 17.00 Litava - Føroyar
Leygardagin 18/4 kl. 12.00 Kekkia - Føroyar
Sunnudagin 19/4 kl. 11.00 Føroyar - Noreg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder