Ítróttur

HSF: Spennandi summarkappingar á skránni

...

2020-06-12 15:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Spennandi summarkappingar á skránni.

Kappingarárið 2019-20 fekk ein bráðan enda tíðliga í mars mánaði orsakað av korona-sóttini. Í hesum sambandi og ásannandi at hondbólturin í størri mun er við at gerast ein heilársítrótt, fer HSF at skipa fyri summarkappingum fyri kvinnur og menn. Kvinnukappingin kallast SMS-summarkappingin og manskappingin Okkara-summarkappingin.

Luttakandi liðini eru lið úr bestu deildunum í Føroyum, umframt ungdómslandsliðini og eitt úrvalslið hjá monnum, samansett av leikarum sum spæla uttanlands.

Kappingin er skipað soleiðis, at liðini eru deild í tveir bólkar og spæla einaferð móti hvørjum øðrum. Kappingin byrjar týsdagin 23. juni og spæla vinnararnir av bólkunum finalu leygardagin tann 11. juli.

Liðini í Okkara-summarkappingini eru:
Bólkur 1: H71, Kyndil, VÍF, U20-landsliðið.
Bólkur 2: Neistin, KÍF, ??rsvalsliðið, U18-landsliðið

Liðini í SMS-summarkappingini eru:
Bólkur 1: Neistin, VB, U18-landsliðið.
Bólkur 2: Kyndil, H71, Stjørnan, U16-landsliðið.

Liðini fyrireika seg longu til komandi kappingarár og fyrireika U-landsliðunum seg somuleiðis til komandi altjóða uppgávur. Kappingin er eitt høvi hjá feløgunum at koma í gongd við dystir aftur og hjá hondbóltsglaðum áskoðarum at koma í hallirnar at síggja góðan hondbólt.

Kappingarskráin sæst her:
http://hsf.fo/spennandi-summarkappingar-a-skranni/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder