Nú er greitt hvussu A-landsliðið við monnum verður mannað til triðja og síðsta EM-undankappingarumfarið í hondbólti.
Hópurin varð kunngjørdur á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá BankNordik fyri løtu síðan.
Tvær broytingar eru gjørdar. Tórður Guttesen, ið varð kosin ársins málverji í Føroyum farna kappingarár, er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. Hilmar Leon Jakobsen, ið hevur verið darvaður av skaða í longri tíð, er eisini úttikin. Hann hevur bara verið á A-landsliðnum eina ferð áður, sum var til HM-undankapping í Italia fyri hálvumtriðja ári síðani.
Manslandsliðið skal spæla móti Montenegro í Farum 13. juni og móti Danmark í Aalborg 16. juni.
Føroyar spældu javnleik, 24-24, móti Montenegro í fyrra dystinum teirra millum. Í fyrra dystinum móti donsku heimsmeistarunum, taptu Føroyar við 15 málum.
Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava úttikið 16 leikarar til uppgávurnar.
LandsliðshópurinMálverjar
Tórður Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, Neistin
Spæliskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin
Strikuspælarar
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI
Bakspælarar
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Hilmar Leon Jacobsen, H71
Vongspælarar
Allan Norðberg, KA Akureyri
Nicklas Selvig, Stavanger IF
Rói Berg Hansen, FIF
Verjuspælarar
Brandur Halgirsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald