Ítróttur

HSF: Mansliðið er á venjingarlegu í Sandoynni

...

2017-10-25 14:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Manslandsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Sandoynni. Legan er liður í fyrireikingunum til HM-undankapping, sum verður í Italia í januar.

Hópurin hittist á Hotel Skálavík í gjárkvøldið og í morgun byrjaðu venjingarnar. Legan heldur fram til leygardagin 28. oktober og endar við venjingardysti í høllini í Hoyvík móti útvaldum spælarum.

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava úttikið hesar leikarar til venjingarleguna:

Málverjar:
Niklas Simonsen, Skjern
Ári Dam, H71
Tórður Guttesen, Kyndil
Jan Pauli Toft Johannesen, Kyndil

??tileikarar:
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rúni Joensen, KÍF
Høgni Klein, Kyndil
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Sigmundur Nolsøe, H71
Rói Berg Hansen, Frederiksberg
Kjartan Johansen, Fyllinge
Jónas Djurhuus, H??J
Peter Krogh, Skive
Helgi Hoydal, Odder
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Fríði Weyhe, FFI
Áki Egilsnes, Akureyri
Julian Olsen, VÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Pætur Mikkjalsson, Neistin
Tróndur Kragesteen, Neistin
Allan Norðberg, STÍF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder