Ítróttur

HSF hevur havt aðalfund

...

2020-06-08 12:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin var árligi aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum. Fundurin var hildin í skúlanum á Strondum. Tveir sessir í starvnevndini vóru fyri vali, umframt báðir varalimirnir.

Oyvindur Brimnes var afturvaldur, meðan Andrea Heindriksdóttir er nýggj í nevndini. Birgir Kass var afturvaldur sum fyrsti varalimur, meðan Heini Ellingsgaard er valdur sum annar varalimur.

Starvnevndin sær nú soleiðis út:
Gunn Ellefsen, forkvinna
Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Oyvindur Brimnes, nevndarlimur
Djóni Højgaard, nevndarlimur
Andrea Heindriksdóttir, nevndarlimur
Birgir Kass, 1. varalimur
Heini Ellingsgaard, 2. varalimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder