Landsliðsvenjarin Sonni Larsen hevur úttikið 19 leikarar til dystin móti Bjerringbro-Silkeborg tann 7. august.
Fleiri broytingar eru á liðnum. Leikararnir úr VÍF eru ikki tøkir, tí teir eru á venjingarlegu og leikararnir í Íslandi, Allan Norðberg og Áki Egilsnes eisini eru bundnir at teirra felagi. Heldur ikki Rókur Akralíð og Eirikur Simonsen eru tøkir.
Dysturin móti BSV verður mikudagin 7. august kl. 20.00 í Høllini á Hálsi.
LandsliðshópurinMálverjar
Tórður Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, Neistin
Niklas Simonsen, TM Tønder
Spæliskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, FIF
Bartal Klein Olsen, Kyndil
Strikuspælarar
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, Neistin
Niklas Højgaard Hanusarson, H71
Bakspælarar
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Vongspælarar
Nicklas Selvig, KÍF
Rói Berg Hansen, FIF
Leivur Mortensen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Pætur Thomsen, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald