Ítróttur

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina

...

2021-10-21 10:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fram til kappingarlok 2023.

Hetta merkir m.a., at kappingarnar enn koma at bera nøvnini Burn kappingin og SMS kappingin og koma nøvnini at verða sjónlig í flest øllum viðurskiftum, hvat kappingunum viðvíkur.
Gunn Ellefsen og Jákup Suni Berg hittust herfyri í SMS, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður.
??? Gunn Ellefsen sigur um longda sáttmálan. Tað tykist, sum hava fólk tikið nøvnini á kappingunum, Burn kappingin og SMS kappingin, til sín og saman við tílíkum góðum stuðlum, kunnu vit menna heimligu kappingarnar til eina enn betri merkisvøru.
??? Jákup Suni Berg viðmerkir til samstarvið, at tað er stuttlig og hugtakandi at vera viðspælari í einari ítróttargrein, har kropsliga menningin hevur verið eyðsýnd seinastu árini. Spælið er vorið skjótari og setur hetta stór krøv til kroppin hjá tí einstaka leikaranum.
??? Durita Nolsøe, býlingstjóri í SMS, viðmerkir til sáttmálan, at tey fegnast um stóra áhugan fyri hondbóltskappingunum og hvussu hesar eru blivnar alt meira sjónligar í miðlunum og á nýggjum talgildum pallum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder