Ítróttur

Høllin klár til steypafinalurnar

...

2018-02-15 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tórshavn: Høllin á Hálsi um at vera klár til steypafinalurnar leygardagin. Í gjárkvøldið kl. 21.15 var fyrstu ferð møguligt at síggja báðar høvuðshallirnar í Høllini á Hálsi í einum, eftir at veggir í gomlu høllini eru skiftir og aðrar ábøtur gjørdar.


Nú tekur alt seg væl út og nýggju áskoðarapallarnir eru eisini liðugt uppsettir. Leygardagin verður fyri fyrstu ferð roynt at hava stórdystir innan hondbólt í høllini, har serliga dystargólvið verður lagt í umleið miðskeiðis millum hallirnar og áskoðarapallarnir settir tilsvarandi, soleiðis at eini 1600 fólk kunnu koma til dyst.

Á einu myndini síggjast leiðarin og starvsfólk innan ítróttaanlegg, ið hevur lagt sera nógv arbeiði í at fáa verkætlanina fullførda saman við fólki frá Sp/f Búsetur v.m.

Á hinum myndunum sæst at arbeiðið við at taka dustdúkin niður er komið hálvvegis og so sæst útsýnið frá høll 1 inn í høll 2.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder