Politikkur

Høgni Hoydal svara fyrispurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni í løgtingsmáli nr. S-7/2016 viðvíkjandi hummaraloyvum og gjaldi fyri arbeiðsfrið

...

2016-11-08 18:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

S v a r

uppá

fyrispurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni í løgtingsmáli nr. S-7/2016 viðvíkjandi hummaraloyvum og gjaldi fyri arbeiðsfrið

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hvussu nógv hummaraloyvi eru útskrivað seinastu 5 árini, til hvørji øki og hvussu nógv er fiskað árligaí hvørjum øki?

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjir hava fingið hummaraloyvi útskrivað í ár, og hvussu nógvir av hesum hava hummarafiskiskap sum høvuðsvinnu?

3. Er nøkur áseting um minstamark fyri, hvussu leingi rúsurnar kunnu standa uttan at verða drignar t.d. 2 dagar, eina viku, ein mánað ella longur?

4. Kann tað bera til at fáa deyðan hummara í rúsu, uttan at hesin av einhvørjari orsøk er deyður í rúsuni?

5. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at alifeløg mugu rinda stórar upphæddir til humm­ara­fiskarar, afturfyri at fáa arbeiðsfrið til sítt virksemi?

6. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað er lógligt hjá felag ella persóni uttan at skjalprógva inntøkumiss at leggja trýst á alifyritøkur, fyri at fáa pening útgoldnan afturfyri eitt lyfti um arbeiðsfrið?

¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨

Svar:

Tað er langt ímillum, at hummaraveiða fær viðgerð á løgtingi, og tí fegnist eg um fyrispurningin frá Kára P. Højgaard. Eg fari at taka stig til, at hummaraveiðan verður eftirmett og kann skipast við grundarlagi í stovnsmetingum og tilmælum um mest loyvdu veiði og bestu teknisku ásetingum um veiðiøki, reiðskap, minstustøddir o.a.

Sum víst verður á í svarinum, er hummaraveiðan á flestu firðum minkað munandi síðani 2014/15, og neyðugt er at fáa staðfest orsøkirnar til hetta.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður sagt, at inndrátturin av fiskiloyvum 1. januar 2018 ikki umfatar hummaraloyvi. Hetta er ikki rætt. Sbrt. § 7b, stk. 4 í lóg um vinnuligan fiskiskap verða øll fiskiloyvi í bólki 5 inndrigin 1. januar 2018, og harvið eisini øll hummaraloyvi.

Til nr. 1.

Talva 1: Hummaraloyvi útskrivað seinastu 5 árini:

??ki Tal av loyvum
2012/2013 2013/2014 2014/2015 2015/2016 2016/2017
Árnafjørður 3 3 3 3 3
Borðoyarvík 0 1 1 1 1
Funningsfjørður 2 2 2 1 1
Hvannasund 2 2 2 2 2
Norðan fyri byrgingina á Haraldssundi 2 2 2 2 2
Norðan fyri Streymin 3 3 3 3 3
Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði 33 21 21 21 20
Tilsamans 45 34 34 33 32

Talva 2: Fiskað árliga (kg) í hvørjum øki seinastu 5 árini:

??ki Tíðarskeið
2012/2013 2013/2014 2014/2015 2015/2016 2016/2017[1]
Árnafjørður 1.526 1.430 750 337 30
Borðoyarvík 0 45 69 0 0
Funningsfjørður 828 3.435 3.989 0 0
Hvannasund 4.003 4.316 2.959 1.840 0
Norðan fyri byrgingina á Haraldssundi 747 0 477 701 231
Norðan fyri Streymin 3.629 3.570 3.389 1.088 0
Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði 31.722 30.852 29.914 16.448 1.183
Tilsamans: 42.455 43.648 41.547 20.414 1.444

Til nr. 2.

Niðanfyri er talva fyri árið 2016/2017 fyri, hvør hevur fingið hummaraloyvi útskrivað. Tað finnast tó ikki upplýsingar um, hvussu nógv av hesum hava hummarafiskiskap sum høvuðsvinnu.

Talva 3: Hummaraloyvi útskrivað 2016/2017:

??ki Árnafjørður Borðoyarvík Funningsfirði Hvannasundi Norðan fyri byrgingina á Haraldssundi Norðanfyri Streymin Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði
Navn á báti, hvørs eigari hevur fingið fiskiloyvi Ingibjørg Sigrun Irdi Neshamar Benjamin Sjógvormurin Antarfossur
Ingibjørg Neshamar Svartaberg Snekkjusker Áarskarð
Joan Snekkjusker Advokaturin
Charlotta
Daimi
Drangur
Elin C
Eyðdis
Havfrúgvin
Joan II
Katrin
Klubbin
Leititangi
Neptun
??rgin
Sjóberið
Sjódrangur
Súlan
Ternan
Trillan
Vónin

Til nr. 3.

Eingin áseting er um, hvussu leingi rúsurnar kunnu standa, uttan at verða drignar. Sum nevnt omanfyri, fari eg at taka stig til at eftirmeta og broyta hesar og aðrar reglur fyri hummarafiskiskap.

Til nr. 4.

Tá ið deyður hummari er í hummararúsu, er torført at hugsa sær annað enn, at hummarin er farin inn í rúsuna sjálvur og síðan er deyður í rúsuni, av hvørji orsøk tað enn kann vera.

Til nr. 5.

Landsstýrismaðurin hevur ikki aðra vitan um hetta enn tað, ið hevur verið frammi í fjølmiðlunum.

Til nr. 6.

Ongin møgulig avtala millum eigarar av hummarabátum og alarar eigur at hava ávirkan á, hvussu hummarafiskiskapur verður skipaður. Hummarafiskiskapur er skipaður sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og alingin er skipað sambært løgtingslóg um aling av fiski v.m. Myndugleikarnir, sum umsita hummarafiskiskap og aling, eru ikki bundnir av møguligari avtalu, sum er gjørd millum eigarar av hummarabátum og alarar. Møguligar avtalur hava ikki týdning fyri, hvussu lóggáva ella myndugleikar skipa og viðgera hesi øki.

Tær møguligu avtalur, ið hava verið umrøddar í fjølmiðlunum, eru ikki fevndar av ásetingum í lóg um vinnuligan fiskiskap ella lóg um aling av fiski v.m. Hóast slíkar avtalur ikki eru brot á fiskivinnulóggávuna ella alilóggávuna, so er tað ikki rætt, at privatir gera avtalu sínámillum um virksemi, sum er skipað við almennari lóggávu. Lóggáva og umsiting eigur at vera so greið og so skynsom, at slíkt ikki kemur fyri.

Málið vísir, at tørvur er á betri samskipan av ymiskum virksemi á sjógvi. Og við betri vitan, um hvar hummarafiskiskapur fer fram, vóni eg, at tað í størri mun kann vera gjørligt at samskipa virksemið soleiðis, at alarar og hummarafiskarar kunnu virka uttan at tarna hvør øðrum.

Fiskimálaráðið, 7. november 2016

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður



[1] Avreiðingar í tíðarbilinum 01-09-2016 til 27-10-2016

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder