Vinna

Høgiklettur, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin sigla inn

...

2014-09-24 05:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgiklettur, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin sigla inn við makreli.

Høgiklettur kemur á Fuglafjørð í nátt við uml. 1.000 tonsum, sum verður landað til Pelagos í Fuglafirði.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum landaðu mánadagin, sigla eisini inn, hvat teir hava vita vit ikki í løtuni. Vesturbúgvin skal landa í Vestmanna og Eysturbúgvin landar í Kollafirði, teir verða inni seint í nátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder