Ítróttur

Hóast nógvan kava, varð undirtøkan góð

...

2019-02-06 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klaksvik.fo: Hóast kavin lá tjúkkur, var undirtøkan sera góð til fyrstu Royal Run felagsvenjingina, ið var leygardagin. Endamálið við venjingunum er at savna tey mongu, sum hava meldað til Royal Run, soleiðis at øll kunnu fáa eina góða og bleyta byrjan, og hóast verðrið ikki var av tí besta, vóru tað fleiri, ið høvdu leita sær oman í býráðshúsið hendan leygarmorgunin.

Eftir at Guttorm Sørensen frá Treysti hevði bjóðað vælkomin, varð runnið í áleið 30 minuttir. Venjingin er skipað soleiðis, at øll kunnu vera við. Høvuðsendamálið er, at fáa so nógv sum møguligt at vera virkin. Venjingin byrjar uttan fyri býráðshúsið í Klaksvík, og aftaná renningina verður boðið til kaffi og juice í býráðshúsinum.

Runnið verður aftur mikudagin kl. 18.00.

??ll eru hjartaliga vælkomin til venjingarnar. Eisini tey, sum ikki luttaka til Royal Run.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder