Ítróttur

HM-steypið kemur til Føroyar leygardagin

...

2018-03-23 07:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin klokkan 17:00 setur tiltikna Coca-Cola flogfarið seg í Vágum við HM-steypinum. Hetta HM-steypið er brúkt síðani 1974, og hava nógvir kendir spælarar havt steypið um hendi.

Nevnast kunnu spælarar sum Diego Maradona, Lothar Matthäus, Fabio Cannavaro, Iker Casillas og Didier Deschamps.

Silvio Gazzaniga hevur gjørt HM-steypið. Kenda steypið er 36 cm høgt, og er gjørt av 5 kg av 18 karat gulli. Steypið hevur eitt virðið uppá 133 mió. kr.

Fyri meira enn einum ári síðan setti Coca-Cola seg í samband við p/f Poul Hansen, sum er umboð fyri Coca-Cola í Føroyum, har sagt var um ætlanarnar at fáa steypið til Føroyar. Síðani tá hevur verið arbeitt við ætlanini, og leygardagin klokkan 17 setur Coca-Cola flogfarið seg í Vágum.

Flogfarið lendir í Vágum leygardagin 24. mars klokkan 17. Tá fáa innboðin møguleikan at sleppa umborð á flogfarið. Síðani gongur leiðin á Tórsvøll, har almenningurin fær møguleika at síggja HM-steypið. Møguleiki verður eisini at taka myndir saman við steypinum í eitt avmarkað tíðarskeið.

Liðini ið vinna HM fáa steypið ikki til ognar, men sleppa at hava tað í fýra ár. Tey fáa tó gjørt eitt kopi av steypinum, sum tey sleppa at eiga.

Sunnumorgunin fer Coca-Cola flogfarið so víðari til Íslands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder