Ítróttur

HM-kapping fyri U20 í Føroyum

...

2018-03-18 14:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF:U20-landsliðið hjá kvinnum fær í næstu viku vitjan av Turkalandi og Slovenia. Talan er um HM-undankapping.

Síðst, tá HSF skipaði fyri líknandi kapping, var tá gylta U21-landsliðið við monnum spældi seg víðari til HM-endaspælið. HM-undankappingin hjá U20-kvinnum er skipað á sama hátt, at tann, ið vinnur bólkin, vinnur sær beinleiðs pláss í HM-endaspælinum, sum verður í Ungarn í juni.

Á U20-landsliðnum eru fleiri lyklaleikarar í bestu føroysku deildini, millum annað Súna K. Hansen og Marianna G. Eystberg úr Kyndli, Tóra Eliasen úr Stjørnuni og Maria H. Weyhe úr H71. Somuleiðis er Siw Matras við, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Um U20-kvinnurnar hava møguleika at fáa eitt eins gott úrslit sum U21-menninir í fjør, er ilt at siga, men spælararnir eru væl fyri, heldur Hallur Danielsen frá HSF.

??? Vit hava eitt gott U20-landslið við kvinnum. Tær hava fyrireikað seg væl, og er eydnan við okkum, kunnu vit vænta tveir javnar og spennandi dystir, sigur Hallur Danielsen.

Tær, ið eru úttiknar til U20-landsliðið eru:

Málverjar
Vár Højgaard Thomsen, H71
Annika Fríðheim Petersen, H71
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

??tileikarar
Sonja Lava Sirdal, Stjørnan
Tóra Eliasen, Stjørnan
Jansy Højbro Jacobsen, Stjørnan
Anna á Steig, H71
Maria Hallsdóttir Weyhe, H71
Durita Toftum Joensen, H71
Drós Ragnarsdóttir, Neistin
Fríða á Dunga, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Beinta Bárðardóttir, Kyndil
Magna Tórðardóttir, Team Stenhus
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted

Høvuðsvenjari er Per Klarup og hjálparvenjari er Christoffur Gert Nielsen.

Dystarskrá, Hoyvíkshøllin:
Fríggjadag 23. mars, kl. 19.00, Føroyar ??? Slovenia
Leygardag 24. mars, kl. 19.00, Slovenia ??? Turkaland
Sunnudag 25. mars, kl. 19.00, Turkaland ??? Føroyar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder