Ítróttur

HM-hondbóltur: Danir høvdu trupulleikar av egyptum

...

2019-01-21 21:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í HM-dystinum í kvøld, høvdu danir trupulleikar av egyptum. Tað vóru egyptarnir, sum byrjaðu dystin betri, men í 12 minutti kom Danmark á odda 5-6, liðini høvdu bæði góða verju, egyptiska álopið var tungt hjá dønum at verja, egyptarnir sum vóru sera høgir á vøkstri, lupu eisini sera høgt og fingu fleiri mál uppá hoppskot.

í 16. minutti var støðan 5-7 til danir

í 17. minutti var støðan 5-8

Hálvleiksstøðan gjørdist 7-9.

Egyptar fingu eina útvísing í 1. minutti í seinna hálvleiki, men megnaðu eftir at fimm minuttir vóru leiktir at koma uppá 10-11

í 40 minutti var støðan 12-15

í 45. minutti var støðan 15-18

í 50. minutti var støðan 17-21

í 53. minutti var støðan 18-22

Tað í eftir var av dystinum sluppu danir longri frá egyptum, endaliga støðan gjørdist 20-26 til Danmark.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder