2021-01-31 15:02
Bronsudysturin millum Spania og Frakland er júst liðugur. Sigast má, at tað var klassamunur, spaniólar vóru nógv betri, skjótari og skotsikrari og málmaðurin var fantastiskur.
Í fyrra hálvleiki førdu Spania við upptil 5 málum og fóru til hálvleiks við støðuni 16-13.
Í seinna hálvleiki lótu teir ongan iva vera, teir førdu mest við 4 - 5 og 6 málum, úrslitið gjørdist 35-29 til spaniólar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald