Dysturin í kvøld ímillum Danmark og Svøríki gjørdist, sum mett varð, sera spennandi. Í fyrra hálvleiki skiftust liðini um at liggja á odda, tá ið farið var til hálvleik var javnleikur 13-13.
Í seinna hálvleiki byrjaðu sviar betri, teir vóru á odda 16-17 í 35. minutti, í 40. minutti var støðan 19-18 til danir og danir hildu leiðsluna allan dystin og vunnu 30-26.
Sigast kann um dystin at verjuspælið hjá báðum liðunum og somuleiðis málmansspælið var í topp.
Tað verða: Danmark/Frakland og Týskland/Norra, sum skulu spæla hálvfinalurnar í Hamburg fríggjakvøldið.
Støður:
5. min. 3-2 til Danmark.
10. min. 5-3
15. min. 5-6
20. min. 8-9
25. min. 10-12
30. min. 13-13
35. min. 16-17
40. min. 19-18
45. min. 23-20
50. min. 26-23
55. min. 28-24
57:20 - 29-24
57:58 - 29-25
59:10 - 29-26
59:55 - 30-26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald