Ítróttur

HM 2019 setti met

...

2019-02-06 07:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Ongantíð áður hava so nógvir áskoðarar verið til eina heimsmeistarakapping í hondbólti sum hesaferð. Fleiri enn 900.000 fólk høvdu keypt sær eitt atgongumerkir til HM-endaspælið.

HM 2019 skrivaði eisini søgu við at tað á fyrsta sinni vóru tvey lond, sum vóru vertir fyri endaspælinum. HM-dystirnir vórðu leiktir í fýra ymsum býum í Týsklandi og í Keypmannahavn og Herning í Danmark.

Tá sjálv HM-finalan varð spæld í Boxen í Herning fyri viku síðan, sóu 15.003 áskoðarar dystin frá áskoðaraplássunum, samstundis sum 2,8 milliónir sóu finaluna á DR1 og TV2.

HM 2021 verður í Egyptalandi. EM 2020 verður í Noreg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder