Ítróttur

Hjalmar: Kappingin verður hørð

...

2018-09-05 09:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VÍF hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara til kappingarárið ið stendur fyri framman, og talan er um Hjalmar Klein Olsen. Hjalmar svarar her nøkrum spurningur vit hava sett honum.

Hvat væntar tú tær av komandi kappingarárið?
Komandi kappingarár verður væntandi nakað javnari enn seinasta kappingarár, tá Neistin og H71 fóru væl framum hini liðini og eisini tíðliga vunnu sær rættin til finaluplássini. Vænti eisini, at vit fara at síggja fleiri tættar og spennandi dystir, nú nýggi kappingarleisturin er samtyktur og fýra lið skulu spæla seg í hálvfinalurnar.

Hvar á stigatalvuni enda tit?
Tað er torført at siga. Hugsi at øll liðini fara at hava sum mál at klára eitt hálvfinalupláss so óiva verður kappingin hørð um at náa hesum. Vónandi vera vit millum fýra tey fremstu tá grundspælið er liðugt leikt.

Hvussu væntar tú toppurin fer at síggja út?
Liðini, sum spældu seg í finaluna seinasta kappingarár, H71 og Neistin eru eftir mínum tykki liðini, sum aftur komandi kappingarár enda í finaluni. Kyndil fær helst eitt pláss millum fýra tey fremstu og so vóni eg, at vit vinna seinasta hálvfinaluplássið.

Hvussu stóran hóp hava tit?
Samlaði hópurin er á góðari leið. Onkur spælari er ikki rættiliga komin í gongd enn vegna skaða, men tá allir eru klárir vara vit eini 16 spælarar.

Hvat fyri spælarar hava tit fingið, og hvørjar hava tit mist?
Hópurin hjá okkum er nakað broyttur í mun til seinasta ár. Ikki so nógv í tali av spælarum, men teir, sum eru farnir vóru týðandi spælarar hjá okkum. Miki Duku Sørensen, sum er dugnaligur verjusplari, verður ikki við í ár og stýrmaðurin í álopinum, Julian Olsen fer niður í lestrarørindum og verður tí heldur ikki tøkur hjá okkum. Hinvegin so eru vit fegnir um, at Magnus Muller er komin heim aftur. Harafturat eru nakrir ungir spælarar komnir afturat hópinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder