Ítróttur

Hjalmar heldur fram í Vestmanna

...

2019-04-10 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hjalmar Klein Olsen heldur fram sum venjari hjá VÍF-monnunum komandi kappingarár. Hetta boðar formaðurin í VÍF, Sámal Joensen. Hjalmar hevur einsamallur staðið við ábyrgdini av mansliðinum í hesum kappingarárinum, og eins og í fjør gjørdist í ár talan um eitt bronsupláss.

Hjalmar Klein Olsen var í fleiri ár ein av stuðlunum á VÍF liðinum. Seinni hevur hann verið virkin sum venjari í nógv ár, millum annað hjá besta mansliðnum hjá Kyndli og VÍF.

Ein av avbjóðingunum komandi kappingarár verður ivaleyst at spæla allar teir ungu leikararnar inn á liðið., skrivar VÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder