Mentan

Himmalsk Jól -Drive in Jólagudstænasta

...

2020-12-18 12:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríkirkjan við Gjónna

Vælkomin til himmalsk jól! Vit vilja, á ein tryggan hátt, geva tær og tínum kæru møguleikan til at koma saman um tað jólini snúgva seg um. Tá vit ikki kunnu savnast sum vant í kirkjum okkara á jólum, ja so fara vit út undir Guds opna himmal. Vit fara at syngja góðar og kendar jólasangir, hoyra eina góða prædiku og so fáa vit eina tónleikaframførslu frá Esmar og Kirstin Fagraberg. Hetta verður ógloymandi!

Praktisk kunning: Umráðandi er at vera í góðari tíð, vit taka móti bilum frá kl 15.00. Ein leinkja til sangir at taka niður verður løgd út her seinni. Ver við uppá tað, pynta bilin og teg sjálvan, kom úr sofuni og tak eyguni av katastrofuni. Hjartaliga vælkomin til Himmalsk jól.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder