Tórshavnar kommuna er størsta og ríkasta kommuna í landinum. Hetta sæst aftur nógvastaðni. Ikki minst tá ræður um útbyggingar av økjum til ymiskt vinnuligt og mentanarligt virksemi. Eitt nú stóru og høvuðleysu útbyggingina av Tórshavnar havn, sum ivaleyst fer at liggja um minst eina hálva milliard krónur ella meira. Somuleiðis sonevnda Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, sum tá samanum kom, ikki kann brúkast til annað enn at hýsa einum parti av Fróðskaparsetrinum, sum annars burdi verið ein landsuppgáva.
Innan ítróttarøkið verður heldur ikki spart. Vit kunnu taka Tórsvøll og hallirnar á Hálsi og í Hoyvík, har kommunan nú eisini hevur gjørt fótbóltsvøll. Innan skúlaøkið verða eisini stórar útbyggingar framdar. Eitt nú Skúlin á Fløtum, Musikkskúlin, eins og høll verður bygd afturat Skúlanum á Argjahamri. Somuleiðis eru ætlanir um at gera langhyl við síðuna av Svimjihøllini í Gundadali.
Ein uppgerð í Ársfrágreiðingini 2016-17 hjá Teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu vísir, at kommunan hevur verkætlanaríløgur í gongd fyri 863 milliónur krónur. Tá er havnaútbyggingin á minst hálva milliard krónur ikki íroknað. Sostatt byggir kommunan í løtuni út fyri eina upphædd, sum nærkast hálvari aðru milliard krónur. Í sjálvum sær ein ørandi upphædd fyri eina kommunu á góðar 20.000 íbúgvar.
Tað mest merkisverda er tó, at ikki ein einasta króna av hesi risauphædd er sett av til at útvega teimum gomlu og óhjálpnu fleiri røktarheimspláss, hóast langan bíðilista. Hvat hugsa teir 13 kommunalpolitikararnir á Vaglinum fyri sær? Eru tey gomlu og burturgoymdu so lítið verd í hugaheimi teirra?
Hvussu ber tað til, at ein so múgvandi kommuna bara sær millum fingranar við einum øki, har tørvurin er ovurhondsstórur, og har tað seinasta røktarheimið ??? Boðanesheimið ??? sum varð tikið í nýtslu í desember 2012, bert tók broddin av tørvinum?
Kommunalpolitikarar sita hendur í favnNú eldraøkið fyri skjótt trimum árum síðani varð lagt út til kommunurnar at umsita, kann tað undra, at Tórshavnar kommuna er so tigandi, tá ræður um, hvussu kommunan ætlar at útbyggja og reka eldraøkið.
??ll vita, at talan er um eitt rakstrartungt øki, men hvussu ber tað til, at býráðspolitikararnir bara lata eyguni aftur fyri hesi stóru avbjóðing, samstundis sum gjarað verður út á nærum øllum øðrum økjum í kommununi?
Fyri mær og mongum øðrum tykist tað, sum kommunan hevur tveitt ábyrgdina fyri stórum parti av teimum gomlu og óhjálpnu borgarum yvir á tey avvarðandi at taka sær av, ístaðin fyri at útvega teimum røktarheimspláss. Hetta er undir alt lágmark, og tað sigi eg av beiskum royndum.
Foreldur míni, sum eru ávikavist 86 og 87 ár, har annað fyri tað mesta er seingjarliggjandi, meðan hitt so nøkunlunda klárar seg við høkjum, fáa 1 tíma (les ein tíma) í heimahjálp um dagin, sum enntá er býttur upp í trý umfør. Heimahjálpirnar gera sjálvandi sítt ítarsta og kunnu á ongan hátt hartast fyri nakað. Men tað sigur seg sjálvt, at tær kunnu ikki gera nakað munagott, tá tíðin hjá teimum er so knøpp, tí spart er inn á bein og meira enn tað. Tær hava jú eisini onnur at røkta, har tað er líka illa statt ella verri.
Eina so ússaliga og vánaliga tænastu bjóðar ríka høvuðsstaðarkommunan sínum borgarum, sum hava tænt samfelagnum eitt langt arbeiðslív og goldið sín skatt, men nærum einki fáa aftur, tá tey veruliga hava tørv á tí. Ístaðin eru tað vit avvarðandi ??? ið øll hava arbeiði at røkja ella búgva langt burturi ??? sum mugu taka okkum av foreldrunum, ið nærum hava 24 tíma røkt fyri neyðini. Hvat líkist tað?
Undir valstríðnum til kommunuvalið var óført tosað um tey eldru og óhjálpnu við gyltum lyftum um betri viðurskifti til hendan samfelagsbólkin. Síðani valið tykjast tey gyltu vallyftini um at arbeiða fyri hesi at vera gloymd, og tey verða treyðugt tikin upp á tungu.
Hóast viðurskiftini als ikki vóru fullkomin, tá landið varaði av eldraøkinum, so má spurnartekin av álvara setast við, um tað var rætt at leggja hetta økið út til kommunurar at umsita. Í øllum førum hevur landsins størsta kommuna á ongan hátt livað upp til álitið um, at hon betri megnar at umsita eldraøkið, enn landið gjørdi, við at bøta um viðurskiftini hjá hesum samfelagsbólki.
??tolandi støða fyri tey avvarðandiVið árslok 2015 búðu 20.488 borgarar í Tórshavnar kommunu, sum um somu tíð hevði 2.425 stovnspláss til yngstu borgararnar. Tað vil siga vøggustovu-, barnagarðs- og frítíðarskúlapláss.
Hetta merkir, at umleið 12 prosent av borgarunum ??? tað eru børn upp í umleið 9 ára aldur ??? hava stovnspláss. Alt gott um tað, tí hesin tørvurin er sjálvandi tilstaðar. Men taka vit so tilboðini til eldru og óhjálpnu borgararnar, so vóru um sama mundið 213 røktarheims- og umlættingarpláss í kommununi, svarandi til gott 1 prosent av borgarunum. Harafturat eru nøkur pláss til uppvenjingar og annað. ??fatiligt, at so stórur mismunur verður gjørdur á teimum ymsu borgarabólkunum.
Nú er tað tíbetur soleiðis, at ikki øll eldri yvir ein ávísan aldur hava tørv á ella ynskja eitt røktarheimspláss, men talið av plássum er alt, alt ov lágt samanborið við tørvin. Nær ætlar Tórshavnar kommuna at taka hendan trupulleikan í álvara og gera nakað við hann?
Herfyri frættist, at Mentamálaráðið bað um hugskot til, hvat hølini í Hoydølum skulu nýtast til, tá Studentaskúlin ella Glasir flytir út í Marknagil frá komandi skúlaári? Hví ikki gera eina roynd frá kommununi at keypa ella leiga hølini og umbyggja tey til eldrarøkt, so fleiri óhjálpnir borgarar fáa eina tolandi tilveru?
Eisini hoyrist, at eitt nú grannakommunurnar norðanfyri ??? ígjøgnum eldrasamstarvið VEKS ??? hava tøk røktarheimspláss. Hví bjóðar Tórshavnar kommuna ikki inn til at leiga hesi plássini til nakrar av sínum eldri og óhjálpnu borgarum, so teir fáa eina virðiliga tilveru, tað sum eftir er av lívinum, og har tey avvarðandi sleppa undan tí tunga stríði, sum fylgir í kjalarvørrinum av hesi stóru ábyrgd?
Sum børn hjá okkara gomlu foreldrum hava vit roynt alt fyri at fáa hjálp frá kommununi, men hava higartil tosað fyri deyvum oyrum. Tað er sum at sláa nevan í eina dýnu ella renna høvdið í ein vegg!
Sostatt var ikki annað hjá okkum at gera enn at fara út alment við hesum neyðarrópi!
Undirritaði, familja okkara og mangar aðrar familjur í hesi vónleysu støðu, bíða spent eftir einum svari frá Tórshavnar býráði.
Niklái Petersen
fyrrverandi løgtingsmaður
Kollafjørður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald