Í hesum døgum vitjar ein rættur ævintýrari oyggjar okkara, sum eitur James Ketchell. Hann er úr Onglandi og er 37 ára gamal.
Sí meira um James á http://jamesketchell.net
Í løtuni flýgur hann jørðina runt í einum lítlum gyrocoptara og kom til Føroyar í vikuni. Føroyar er hansara síðsti steðgur, áðrenn hann skal til Bretlands aftur, har hann byrjaði ferðina fyri 6 mánaðum síðani.
James hevur millum annað eisini, súkklað jørðina runt, verið uppì à Mount Everest og ró einsamallur yvirum Atlantarhavið v.m.
James er sjálvur fyrilestrahaldari, og hevur m.a hildið nógvar fyrilestrar á skúlum, runt um í heiminum á hansara ferð. Hann et tað man kallar ein 'Inspirational and Motivational Speaker'
James kom til Føroyar úr Íslandi, tann túrurin tók honum 5 tímar, nú bíðar hann eftir líkindum at flúgva tann seinasta teinin á longu ferð síni.
James fer væntandi av landinum aftur týsdagin 17/9.Sí annars meira um James og hansara lív à: http://jamesketchell.net
Kunning og tekst: Elfinn ??rvarodd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald