Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Sámal Erik Hentze sendir á vøllin frá byrjan móti Norðurmakedónia
??????????????????
Klokkan 14:00 seinnapartin tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Norðurmakedónia. Dysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík.
Liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Sámal Erik Hentze, venjari, sendir á vøllin frá byrjan.
Bjarti Vitalis Mørk verður í mál, og í verjuni vera Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson og Pætur Skipanes. Á miðvøllinum frá byrjan vera Símun Sólheim, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, ið eisini er liðskipari, Andrass Johansen og Lukas Giessing, og fremsti maður verður Jonn Johannesen.
Á bonkinum sita Rasmus Nilsson, Aleksandur Jensen, Áki Johannesen, Heini Sørensen, Steffan Løkin, Áki Samuelsen, Ingi Jonhardsson, Gullbrandur ??regaard og Ragnar Skála.
Atgongumerki fáast til keyps íNethandilinumá heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald