Ítróttur

Hesir byrja ímóti Malta

...

2020-09-03 18:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur sett liðið, sum byrjar á vøllinum ímóti Malta í kvøld klokkan 19:45

??????????????????

Umsíðir fáa Håkan Ericson og Eli Hentze møguleikan at senda føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin, nú hol verður sett á eina nýggja UEFA Nations League kapping.

Fyrsta mótstøðuliðið hjá nýggja venjaraparinum er Malta, og fyrireikingarnar hava gingið væl. Hópurin samlaðist mánadagin, og síðan hava fýra venjingar verið á skránni, umframt fundir.

Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Håkan og Eli senda á vøllin frá byrjan ímóti maltesum.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal og Jóannes Kalsø Danielsen. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen og liðskiparin, Hallur Hansson. Framrættaðir miðvallarar vera Meinhard Egilsson Olsen og Jóannes Bjartalíð, og framsti maður verður Klæmint Andrasson Olsen.

Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Odmar Færø, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Andras Lava Olsen, Patrik Johannesen og Jákup Biskopstø Andreasen.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Malta byrjar klokkan 19:45.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder