Ítróttur

Her eru myndir av heiðursmerkjahandanini frá FM fyri lið 2018

...

2018-03-04 09:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Her síggja vit tey í U17/19, har KBF/MBF gjørdist føroyameistari. Tey, sum mannaðu elstu FM-vinnarnar, vóru Ari M. Jacobsen KBF, Jóhanna O. Højsted KBF, Lena Maria Joensen KBF og Árant á Mýrini frá MBF. Liðleiðari var Marjun M. Jacobsen.

Um vikuskiftið hevur verið kappast til FM fyri lið í Klaksvík. 21 lið vóru tilmeldað, og tað vórðu 36 liðdystir ella 180 dystir leiktir. Vit byrjaðu kl 10:00 og kappaðust til kl 19:30. Tað bleiv kappast bæði í Badmintonhøllini og í KÍ-høllini.

Tað vórðu leiktir nógvir spennandi og góðir dystir. Tað var stuttligt at síggja tað góða samanhaldið á teimum ymsu liðunum, og eisini at síggja foreldur sita saman við leikarunum og heppa í felag á liðfelagarnar. Hetta skapar gott samanhald, sum annars ikki er at síggja til badmintonkappingar.

Hjá U17/19 var eingi ivi um besta liðið. KBF, sum fekk góða hjálp frá MBF, lat ongan iva vera í, hvør var best. Tey taptu ongan dyst og mistu bara tvey sett tilsamans. Nummar 2 og 3 vóru HBF1 og HBF2. Tey, sum mannaðu KBF/MBF, vóru úr KBF Ari M. Jacobsen, Jóhanna O. Højsted og Lena Maria Joensen. Árant á Mýrini úr MBF kom at hjálpa KBF, og gjørdi hann góðan mun.

Hjá U15 var stórur spenningur, um KBF1 kundi gera nakað við HBF1. KBF1 vann sínar fyrstu tveir dystir 5-0, og HBF1 sínar 5-0 og 4-1. Seinasti dystir var í millum KBF1 og HBF1, og her var HBF1 ov sterkt og vann 4-1 og gjørdist FM-vinnari í U15.Tey, sum mannaðu HBF1, vóru úr Tórur Paulason, Magnus í Niðristovu Olsen, Rúni Hammer, Adhya Nandy og Miriam í Grótinum, Liðleiðari var Regin Hammer.Nummar 3 gjørdist HBF2.

Í U13 vann KBF sín bólk og kom at spæla hálvfinalu móti HBF1, sum gjørdist nummar tvey í hinum bólkinum. Í hinari hálvfinaluni møttust ÍF, sum vann sín bólk, og HBF2. KBF1 vann 3-1, og ÍF vann 4-1. ÍF og KBF1 møttust í finaluni, og her gjørdist KBF FM-vinnari við at vinna 4-1 á ÍF. Tey sum mannaðu KBF vóru, Miriam Hávarsá, Leivur Joensen, Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, Liðleiðari Karl Árni Egholm. HBF1 vann 3-1 á HBF2 og vann so bronsuna.

Í U11 vann HBF1 og KBF1 sín bólk. HBF1 møti HBF2 og vann sannførandi 3-0. Dysturin millur KBF1 og ÍF/Nápur var sera spennandi, og tað endaði við, at KBF1 vann 3-2. Finalan var millum HBF1 og KBF1, og hetta gjørdist eisini ein sera spennandi dystur, sum HBF1 vann 3-2 og tí gjørdist FM vinnari í U11. Tey sum mannaðu HBF1 vóru, Kristoffur Samuelsen, Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, Markus Bjarnason, Julianna í Heiðunum, Eyð Lamhauge Debess , Liðleiðari var Birita K Samuelsen. Bronsuna vann ÍF/Nápur.

??rslitini og myndir frá heiðursmerkjahandanunum eru at síggja niðanfyri.

Vit í KBF vilja takka øllum fyri kappingina um vikuskiftið. Uttan so stóra hjálp frá foreldrum ber tað als ikki til at halda eina slíka kapping.

KBF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder