Hóast Neistin hevur mist nógvar lyklaleikarar frá seinasta kappingarári, so hevur Neistin klára seg væl higartil í kappingini. Neistin liggur í løtuni á einum 2. plássið í Okkara-deildini bert fýra stig aftanfyri H71. Júst hesi bæði liðini skulu møtast í morgin.
Mads sigur, at hann helt at hann skuldi tosað við nevndini í Neistanum um komandi kappingarár, men so bleiv ikki. Nevndin í Neistanum vildi enda samstarvi við danan.
Við jn.fo sigur Mads, at tað hevur verið ein stór persónlig útvikling fyri hann at vera venjari í Føroyum. Kulturmunurin millum Danmark og Føroyar er nógv størri enn hann hevði roknað við.
Tað hevur verið spennandi at arbeitt við einum nýggjum liði, Neistin misti 8 spælarar frá seinasta kappingarári. Vit høvdu torført at fáa okkara spæl ígjøgnum fyrstu 6 dystirnar, og fingu bert 6 stig. Vit hildu tó fram við at spæla okkara spæl, og hevur tað víst seg at rigga. Vit hava vunnið 5 út av teimum 5 seinastu dystinum. Eg helt at vit høvdu gongd í onkrum røttum, bæði tí vit hava vunnið 5 dystir á rað, og at teir ungu hava ment seg so nógv. Tí eri eg sera yvirraskaður yvir at Neistin ikki ynskir meg sum venjara longur.
Um man skal fáa betri úrslit við landsliðnum so er neyðugt at byrja við ungdóminum. Tað eru nøkur feløg sum eru væl ávegis, og er tað spennandi.
Tað er ein trupuleiki í teimum vaksnu deildinum, at tað eru so stórar útskiftingar á liðnum frá ári til ár, bæði hjá monnum og kvinnum. Fleiri feløg eru á markinum at tey vilja verða professionel og at tora at taka tað seinasta fetið. Um feløgini vilja halda fast um tey nógvu talentini, sum eru í Føroyum, og samstundis hækka støðið í deildini, so eri eg yvirbevísur í, at feløgini skulu tora at taka tað næsta skrittið og blíva professionel.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald