Hósdagin 17. desember 2020 klokkan 18:00 letur framsýning upp við verkum eftir Helga Joensen.
Helgi Joensen, sum nú, fyri aðru ferð, fer at sýna fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, er listhandverkari, víða gitin fyri sítt sermerkta tinsmíð.
Gjøgnum árini hevur hann leitað fram ymsar møguleikar og gjørt alskyns royndir við hesum serstaka metali, fingið tinið at tala og gandað fram tær vakrastu vondir Í alskyns íløtum, skálum, stakum og øðrum brúkslutum, relieffum og skulpturum ??? stundum samansettum av fleiri staklutum. Helgi hevur sýnt list sína fram í týðandi listaskálum víða hvar um lond.
Helgi Joensen er føddur í 1932. Hann er sonur ??la Joensen úr Klaksvík og Oliviu Joensen úr Miðvági.
Helgi hevur eina systur, Dagmar, sum er gift og býr í Norra. ??li og Olivia bygdu sær hús á Ziskatrøð. Tey ovastu húsini á Prestvegi.??li var skiparalærdur og førdi Fossanes, sum fórst undir Íslandi í 1938.
Olivia var fotografur og hevði atelier við hús.
Eftir at hava mist mannin flutti Olivia við børnunum til foreldur síni, sum tá stóðu fyri sjómansheiminum í Havn.
Hon arbeiddi sum fotografur í Gamla Bókhandli og hjápti til á sjómansheiminum.
Soleiðis kom Helgi at búgva í Havn mestu tíðina undir krígnum. Mamman giftist uppaftur við einum norskum sjómanni, Julius,og tey fluttu øll til Norra eftir kríggið. Helgi er útbúgvin verkfrøðingur og arbeiddi fyrstu árini hjá Stavangerflint, sum ger steintoy. Mitt í 70unum gjørdi hann saman við einum øðrum jólaplattar úr tini.
Í 80unum byrjaði hann fyri seg sjálvan og hevur gjøgnum árini havt framsýningar í fleiri stórbýum í Evropa og USA. Helgi hevði í mong ár verkstað og antikvitetshandil í Stavanger. Nú hevur hann verkstað í Norðjútlandi.
Umframt lættari ábit og tónleik, kemur Magna Joensen at røða.
??ll eru hjartaliga vælkomin á gott og sjálvandi mæla vit til at
Corona tilmælir eisini verða hildin.
Framsýningin kemur at hanga uppi fram til hálvan januar 2021.
Hjartaliga vælkomin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald