Ítróttur

Helgi gjørdi bart

...

2018-10-01 13:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvsamband Føroya:

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska gjørdi eitt ordans hál á talvolympiaduni í Georgia í gjár. Honum eydnaðist at vinna á 1. borði í dystinum móti Brasil, sum er sterkasta lið, ið Føroyar hava møtt í kappingini.

Vit taptu 3-1 fyri Brasil, men Helgi koppaði við hvíta fólkinum sterkasta telvaranum í Brasil, Rafael Leitao, sum hevur styrkitalið 2620 ??? 70 stig fleiri enn Helgi. Talvið var áhugavert og spennandi. Helgi telvaði við hugflogi og kraft og hevði sterka mótstøðumannin undir hørðum trýsti alt talvið. Tað er ikki á hvørjum degi, at Helgi syftir so sterkar telvarar, so vit hava alla orsøk at fegnast og ynskja tillukku.

Brasil er styrkismett nummar 29 í kappingini, og er mannað við stórmeistarum á øllum borðum. Tað gav at bíta á hinum borðunum. Hóast Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen stríddust manniliga, noyddust allir til endans at lúta.

Dragnaðir

Eftir tveir dystir móti sterkum liðum ??? í fimta umfari Avstralia og nú Brasil ??? hevur úrtøkan rímiligt verið heldur soltnari enn at byrja við. Føroyska liðið er tí dragnað aftur sum nummar 111 í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini.

Í sjeynda umfari í morgin mánadagin telva Føroyar móti Botswana, sum er styrkismett nummar 116. Okkara lið er styrkismett nummar 76. Vónir eru tí um føroyskan sigur í morgin.

Spenningur í toppinum

Einastu liðini, sum hava vunnið allar dystir higartil, eru Aserbadsjan og Poland. Tey møtast í toppdysti í sjeynda umfari.

Aserbadsjan er styrkismett nummar fýra og Poland nummar ellivu. Á 1. borði hjá Aserbadsjan situr Mamedyarov, sum er nummar trý á heimsstyrkilistanum. Bara Carlsen og Caruana ??? sum í november fara at telva HM-finaludystin fyri einstaklingar ??? eru fremri. Mamedyarov hevur fýra stig fyri fimm umfør higartil. Á 2. borði hjá Aserbadsjan situr Radjabov, sum Helgi Dam Ziska møtti í stóru World Cup-stevnuni í fjør, og fekk fyrra av tveimum talvum remis.

Í hølunum á Aserbadsjan og Polandi á triðja plássi er USA, sum er styrkismett nummar eitt. Kina er nummar fýra og Holland nummar fimm. Russland, sum er styrkismett nummar tvey, var heldur ikki ment at vinna í dag, og er nummar 17 í røðini. Enn er heldur tíðliga at avskriva russarar, men mangt bendir á, at teir fara ikki at vinna seg heilt upp á tindin.

Nakrir toppdystir í dag: Aserbadsjan-Kekkia 3-1, Poland-Ukraina 2½-1½, Ísrael-Týskland 2-2, Bosnia-Herzegovina-USA ½-3½, Iran-Kina 1½-2½, Russland-India 2-2, Ongland-Frakland 2-2, Holland-Georgia 2½-1½. Og norðurlond: Noreg-Kroatia 1-3, Svøríki-Uruguay 3-1, Ísland-Kasakstan 1½-2½, Finnland-IPCA 2-2, Føroyar-Brasil 1-3, Wales-Danmark ½-3½.

Botswana næst

Dystirnir í sjeynda umfari byrja um middagskeitið mánadagin. Føroyar telva sum nevnt móti Botswana.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder