2018-11-27 08:07

Heimsins størsta fiskiskip roynir í løtuni á svartkjaftafeltinum eystur úr Føroyum, talan er um 144 metrar langa og 24 metrar breiða skipið Annelies Ilena, sum felagið Parlevliet & Van der Plas groups eigur.
Talan er um sama reiðarí sum eigur í Næraberg, og tí ringdu vit til Hanus Hansen í gjár. Hann segði við jn.fo, at eftir ætlan kemur Annelies Ilena á Kollafjørð fríggjadagin.
Annelies Ilena lastar 8000 tons, men teir koma ikki at hava so nógv í lastini tá ið komið verður á Kollafjørð seinni í vikuni, sigur Hanus Hansen, hann sigur, at væntandi koma teir at hava 4.000 tons av heilfrystum svartkjafti, tá ið teim koma á Kollafjørð at landa.
Skipið klárar at frysta 600 tons um døgnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald