Bæði hugskot og stovning av hjúnabandinum millum mann og konu er upprunaliga fyriskipað av Gudi. Í Jóh. 2, 1 ??? 11 greiðir orð Guds meistaraliga frá nógv umrødda brúdleypinum í Kána í Galilea. Jesus, lærisveinarnir og móðir Jesusar vóru øll boðin við í brúdleypið.
Áh eitt vælsignað brúðarpar, sum ikki skammaðust, at senda Jesusi sína persónligu innbjóðing. Tað fløvar hjarta mítt, at hesi menniskju veruliga ynsktu Jesus ímillum teirra. At Hann var bjóðaður at gleðast saman við teimum ??? hesa gleðiligastu løtuna í lívið teirra.
Men bøn mín til Gud er hendan, at tú, sum lesur hesa blaðgrein, skal bjóða Harran Jesus inn í hjarta títt. Ja, bjóða Jesusi í brúdleypi hjá tær og inn í tín gudgivna gerandisdag. Tá hevði orðið hjúnaskilnaður verði eitt fremmandaorð og helst ikki komið fyri í okkara samfelag.
Um tú veruliga viðurkennir Harran Jesus á ein erligan og inniligan hátt, og í øllum eyðmjúkleika søkir tryggu nærveru Harrans, so fært tú náði til, at síggja guddómliga týdningin av brúdleypinum. Tú fært at síggja, at alt hugtakið sum heilaga hjúnabandið fevnir um ber til, at fullføra í praksis. Og soleiðis gerst tað møguligt, at upplivað kraft Harrans og samtykki Hansara í hjúnalagnum millum mann og konu.
Góðu elskaðu menn og konur! Um Harrin Jesus ikki varð boðin við í tykkara brúdleyp frá byrjanini, so fari eg inniliga, at ráða tykkum skjótast gjørligt, at innstilla Jesus sum nr. 1 ráðgevara í hjúnabandinum framyvir. Setið tykkum sjálvi hendan spurningin: ???Er okkara hjúnaband grundað á lívið frá Jesusi, í Honum og saman við Harranum???? Hetta er ætlan Guds við manninum og konuni, at tey liva eitt heilagt lív saman. Og soleiðis fyribyrgja vit hjúnaskilnað og sosialt ráðaloysi, ið skilur sundur heil samfeløg.
Hoyr, í brúdleypinum í Kána varð vínið uppi og móðir Jesusar segði við Hann: ???Tey hava einki vín.???
Ein tilburður sum hesin var nakað av tí ringasta, ið kundi henda í einum brúdleypi í miðeystri á døgum Jesusar. Tað er altíð harmiligt og sera eyðmýkjandi, tá matur og drekka verður uppi í eini veitslu. Tey flestu eru ivaleyst samd um hetta, at slíkt ikki má henda til eitt brúdleyp.
Vert er at vita, at ímyndin um vínið í orði Guds hevur eina djypri meining. Vínið hevur beinleiðis samband við gleði og sipar til hin blómandi og ríka partin av lívinum. Men knappliga kemur okkurt inn og gleðin verður burtur og lívið raplar, sum eitt korthús fyri mong hjún. Tí okkurt óviðkomandi fekk rúmd í lívinum og rændi gleðina (vínið) úr lívinum og soleiðis gongur tíverri mangt hjúnaband til grundar.
Minst til, at Djevulin nýtir hvørt høvi á lívsleið tíni, at stjala gleðina, friðin og lívið hjá tær. Tí er tað sera týdningarmikið, at menniskju verða upplýst, at Heilagi Andi Guds er komin í stað Jesusar í hesum syndiga og falna heimi. Og soleiðis gerst tað møguligt, at koma í samband við Gud ígjøgnum hin himmalska og høgt elskaða bjargingarmannin, sum er Jesus Kristus. Djevulin hevur ongan kjans ímóti Heilaga Andanum. Men vit hava heldur ongan kjans ímóti Djevlinum, uttan Heilaga Andan í lívi okkara. Og Anda Guds fáa tey, sum av náði taka ímóti Jesusi við trúgv.
Mamma Jesus var fult greið yvir, at Hann er Sonur Guds. Hon hevði ikki gloymt hvat eingilin hevði kunngjørt henni og hvussu hon á guddómligan hátt bleiv við barn. Roknast kann við, at fólk tá í tíðini ??? eins og í dag spottaðu Heilaga Andans verk í móðurlívi hennara. Og onnur hava uttan iva ákært hana, at hava verið ótrúgv ímóti Jósefi.
Vit lósu í áðni, at Maria segði við Jesus: ???Tey hava einki vín.??? Jesus svaraði henni: ???Hvat havi Eg við teg at gera, kvinna!???
Umsetingin kann tykjast eitt sindur hørð í okkara oyrum. Men bíbliutýðarar finna onga ábending í upprunaliga orðalagnum um ófólkaligan atburð í aftursvarinum hjá Jesusi. Nei, hvussu kunnu vit halda nakað slíkt um Jesus! Hann, sum Gud salvaði við Heilaga Andanum og kraft. Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á ??? tí Gud var við Honum. (Áps. 10, 38).
Men orðalag Jesusar bendir á hetta, at Hann so smátt byrjaði ein nýggjan skyldskap við mammu sína. Tað er eyðsæð í aftursvarinum og vert at leggja dent á, at Maria ikki hevði nakran myndugleika yvir Jesusi. Hann var bert lýðin pápa sínum í himlinum. Hinvegin er tað nærliggjandi at hugsa, at Maria í sínum hjarta visti, at Jesus var tann einasti persónurin, ið kundi hjálpa brúðarparinum úr ringu støðuni í brúdleypinum. Hon visti sjálvandi ikki hvørjar ætlanir Gud hevði við Soninum í Kána. Men lítla løtu seinni síggja vit, at Maria viðurkendi aftursvar Harrans og vendi sær til tænararnar og segði: ???Tað, sum Hann sigur við tykkum, skulu tit gera.???
Gullkornið til okkara liggur í boðunum hjá Mariu til tænararnar. Eg fari at heita á teg um, at geva orðum hennara gætur, tí hetta eru bestu ráðini, ið nakar kann geva sínum medmenniskjum. Boðið er at lurta eftir Jesusi og fylgja boðum Hansara.
Skrivað stendur, at seks vatníløt av steini stóðu har og tók hvørt teirra tvær ella tríggjar kannur. T.e. umleið 35 ??? 75 litrar fyri hvørt teirra. Íalt 210 ??? 450 litrar. Men vatnið í tómu íløtunum var sambært siði hjá jødum brúkt til reinsan. Ein hátíðarlig reinsan av brúdleypsgestunum. Tí jødiska religiónin kravdi, at nógv skuldi gerast burturúr persónliga reinførinum, ið umfataði m.a. hondvask og vask av bikørum til gestirnar.
Og eftir alt hetta útvortis vaskaríið segði Jesus við tey: "Fyllið íløtini við vatni!" Og tænararnir gjørdu beinleiðis eftir boðum Jesusar, sum teir jú longu frammanundan ??? umvegis Mariu vóru fyrireikaðir uppá at gera. Nú vóru so íløtini smekk full av vatni og ikki víni.
So segði Jesus við tey: ???Oysið nú uppúr og berið fyristøðumanninum!??? Tey bóru honum tað. Hesin fyristøðumaðurin ella eisini umsett høvuðskokkurin var ikki hvør sum helst. Uttan iva hevði høvuðskokkurin góðar førleikar, at smakka uppá vín og var mest sannlíkt vínkennari burturav.
Ímynda tær tænararnar, sum vistu, at einans vatn var í hesum stóru íløtunum. Og lítla løtu seinni skonktu teir høvuðskokkinum vatn, sum ikki var vatn longur. Brádliga broyttist fatanin av øllum veruleikanum í eygum teirra. Tí nú vóru teir allir livandi vitnir til eitt av Harrans mongu undurverkum. Og sálin í hesum vælsignaðu tænarum fekk lívsins størstu avbjóðing. Knappliga snúði alt seg um vantrúgv ella trúgv á Jesus í lívið teirra.
Góði lesari, hvønn sigur tú Jesus verða? Minst til, at gleðiboðskapurin er eisini ein álvarsligur boðskapur. Munurin á vantrúgv og trúgv á Harran Jesus í jarðarlívinum er, sum nátt og dagur. Og í ævinleikanum er munurin Himmiríki og Helviti.
Ikki øll kristin menniskju kunnu sættast við ta hugsanina, at Jesus gjørdi vatn til vín. Tað er einki ivamál um hetta, at vín og ikki vatn var skonkt í brúdleypinum í Kána. Orðavalið um tað fyrra vínið, sum varð drukkið upp, saman við orðavalinum um undurvínið og reaktiónini frá fyristøðumanninum prógva, at talan varð um vín og uttan iva sera gott vín.
Hoyr hvat Bíblian sigur: ???Tá ið fyristøðumaðurin nú smakkaði á vatnið ??? sum var vorðið vín ??? og ikki visti, hvaðani tað var komið ??? men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið uppúr, vistu tað ??? rópti fyristøðumaðurin brúðgómin og segði við hann: ???Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!??? (Jóh. 2, 9 ??? 10). Altso, fyristøðumaðurin var heilt bilsin um hetta, at tað góða vínið ikki varð skonkt gestunum heilt frá byrjanini.
Men mong menniskju hava eina sera avskeplaða fatan av vínundrinum í Kána. Og í sinninum royna enntá kristin fólk, at rættvísgera sínar sosialu drykkjuvanar. Tí sosialur drykkiskapur er ikki óvanligur í kristnum samkomum í dag. Tíverri! Mong hugsa og siga: ???Jesus drakk við máta.??? Nøkur leggja dentin á hetta, at Jesus át og drakk vín saman við syndarum. Summi pástanda, at tað góða vínið, sum Jesus skapti, eins og tað ringara vínið vóru bæði full av alkohol. Og uppaftur onnur leita sær stuðul í hesum, at fyristøðumaðurin mest sannlíkt hevði klaga, um alkoholgóðskan ikki var í lagi. Slíkt uppáhald er sjálvandi illa skeiklað av okkara misfatan av víni og vínframleiðslu.
Men kristnir viðmerkjarar til hendan bíbliutekstin ávara ímóti ikki, at seta samband ímillum alkoholstyrki og hitt góða vínið hjá Jesusi í brúdleypinum í Kána. Men heimurin, ið elskar sterkan drykk og einans livir fyri hina stokkutu gleðina í lívinum er ikki førur fyri at skilja sannleikarnar í orði Guds. Men kristin menniskju eiga ikki, at lata seg ávirka skeiva vegin og soleiðis við fríum vilja lata seg freista og leska sær við sterkum drykki.
Eg hoyri javnan hetta, at kristin fólk læra seg at drekka við máta. Og nøkur teirra eru farin so langt út av lagi, at tey misbrúka orð Guds, tá tey trúgva, at Jesus góðkennir drekkarí. Nei, vit áttu nógv heldur at granska meira í evninum, um Jesus veruliga góðkennir drekkarí. ??ndar tungur á Jesusar døgum kallaðu Hann fyri átara og drankara. Og brúdleypið í Kána verður misbrúkt ??? oftast av teimum vantrúgvandi. Tóm slagorð verða søgd, ið tvíhalda hetta, at Jesus viðurkennir drekkarí við máta. Men eg sigi tær, at tað er einki, sum eitur so í Bíbliuni.
Sakligir bíbliugranskarar hava granska populeru misfatanina um vín í orði Guds. Hesir eru komnir fram til, at bæði rithøvundar í Bíbliuni og aðrir óheftir rithøvundar um somu tíð, brúktu uppruna heitið fyri vín, um bæði alkoholfrítt vín og vín tilsett alkohol. Teir siga, at um fólk høvdu størri kunnleika um vín og kendu týdningin av orðinum vín á grikskum, hebráiskum, latín og enskum máli, tá høvdu tey ikki mistikið seg og lært skeivt um evnið. Tað er tískil eitt vanligt mistak, at orðið vín altíð er tilsett alkohol í bíbilskum tekstum. Tí orðið vín er eitt felagsheiti á fleiri móðurmálum, ið umfatar bæði alkoholfrítt vín og vín tilsett alkohol. Sostatt fyriliggja verulig fakta, ið prógva hetta, at mistøk eru gjørd, ið aftur førir við sær, at verðsligar misfatanir trívast væl.
Tað sum verri er, at fólk reisast í síni hugmóð og hevda, at hitt góða vínið, sum Harrin Jesus við Síni kraft framleiddi í Kána varð tilsett alkohol. Og soleiðis fáa mong eina skeiva og avskeplaða heildarmynd av sannleikanum og halda, at Jesus var fittur, tá hann hevði gandað nakrar tunnur av víni til drykkjuskap. Í veruleikanum er hetta ein fallin og verðslig tankagongd frá heiminum við djevilskum íblástri, sum á ongan hátt kann sameinast við heilagu søguna um Jesus.
Nakrir rithøvundar frá fornari tíð umtala gott vín, sum meinaleyst ella sakleyst vín. Teir gomlu søgdu enntá, at tað góða vínið var alkoholfátækt vín og skuldi roknast sum milt vín. Hesir meina, at tað milda vínið er ivaleyst tað vínið, sum mest bleiv drukkið av í øllum Ísrael. Sostatt skal tað milda vínið í Bíbliuni ikki samanberast við sterkt vín á 12 ??? 14 % alc. frá dagsins rúsdrekkasølum. Tað kann ikki samanlíknast.
At grundleggjandi spurningar verða svaraðir innan økið, hjálpir sjálvandi uppá fatanina av hesum viðurskiftum, ið má fram í ljósið. Ein viðkomandi spurningur kundi verið: ???Er okkara vitan, sjónarmið og atburður við atliti at víninum í Bíbliuni óbroytt í dag???? Tú hoyrir javnan fólk siga, at tey drukku í gamla og nýggja testamenti. Lærusveinarnir drukku, Jesus drakk, fleiri kristin drekka og tí drekka vit eisini, siga tey. Sostatt hava mong tørv á, at fáa eina betri frágreiðing.
Vit kunnu byrja við hesum, at stórur munur er á bíbilska víngarðinum til heimabrúks og tí risa stóra alkoholídnaðinum nú á døgum, ið framleiðir óavmarkaðar nøgdir av sterkum løgi.
Hin lítli víngarðurin í Bíbliuni hevði ongar uppblástar visiónir, sum alkoholídnaðurin hevur í dag. Alkoholídnaðurin hevur ongar ætlanir um einans, at framleiða eitt sakleyst og milt vín til, at drekka afturvið máltíðini. Nei, hesin ídnaður hevur stórar visiónir um, at framleiða og selja so stórar nøgdir, sum til ber. Tí endamálið er, at vit keypa og drekka so stórar nøgdir sum gjørligt. Ein annar nærliggjandi spurningur er hesin: ???Hevur hesin ovurstóri alkoholídnaðurin nakrar negativar ella oyðileggjandi fylgjur í mun til hin lítla og privata víngarðin í Bíbliuni???? Tað er mest sannlíkt ikki neyðugt hjá tær, at leita eftir muninum, tí hann er opinberur í dagsins samfelagi. Mong hava merkt sviðan av ræðuligu fylgjunum í familjulívinum bæði andaliga, sálarliga, likamliga og samfelagsliga.
Men lítla vínframleiðslan á bíbilska víngarðinum var bæði sunn og tryggjaði húsfólkinum nøkur grundleggjandi lívsvirðir, í mun til kenslu- og hjartaleysa alkoholídnaðin, sum førir stóran skaða og deyða við sær. Hetta fevnir alt ímillum bilvanlukkur, harðskap, alkoholismu, neyðtøkur, hjúnaskilnað, sjálvmorð, sosialt ráðaloysi, siðloysi o.s.fr.
Legg tær hetta í geyma, at hin bíbilski familjuvíngarðurin hevði eina sera avmarkaða nøgd av víni. Grapefruktirnar vóru lagdar í eitt leirílat í tveir til tríggjar dagar. Tá víni var liðugt viðgjørt, hevði tað fingið eitt alkoholinnihald á umleið 2 - 4 %. Soleiðis vóru umstøðurnar í brúdleypinum í Kána mest sannlíkt eisini. Tað vil siga, ein avmarkað nøgd av alkoholfátækum víni, at svølgja matin niður við.
Í hesum samanhanginum er tað viðkomandi, at upplýsa, at vín var annaðhvørt kókað ella blandað við vatni. Kókingin gjørdi, at alkoholið fór úr víninum, men avlopið var ein vøra, ið líknaði siropi (deiggj), sum bleiv rulla inn í eitt skinnpetti og soleiðis varðveitt. Tá kundi húsfólki annaðhvørt skera sær eitt stykki av siropi og blanda uppí vatn ella smyrja sær eitt sindur uppá breyð.
Vínið, sum ikki bleiv kóka, var blandað upp til umleið 1:3. Hetta førdi við sær, at alkoholinnihaldið fall niður áleið 2,2 ??? 2,7 %. Lutfallið 1:4 gav umleið 1,8 ??? 2,2 %. Uttan at bagatellisera evnið ella eggja menniskjum, at drekka alkoholfátækar drykkir, so er tað neyvan stórvegis munur á gott blandaðum bíbliuvíni og Cider á 0,5 ??? 0,8 % í matvøruhandlum. Hinvegin, er tað stórur og ofta oyðileggjandi munur ímillum alkoholfátækt Cider og sterkt nútímans øl, vín ella brennivín frá rúsdrekkasølum.
Søgufrøðingar úr Oxford universitetinum nevna serliga fýra orsøkir, hví bíbilska víngarðsfólki blandaði vatn og vín til eina juice líknandi framleiðslu. (1) At spara uppá goymsluna. (2) At økja um góða smakkin, tí vatn nørir um smakkin og minkar um beiskleikan, tá tað verður blanda uppí vín og til dømis kaffi. (3) At fyribyrgja drykkjuskap og (4) sum sóttverju til búkin..
Tann vanligi maðurin við tí lítla víngarðinum var fyriskipaður við góðum ráðum í hitanum. Onkuntíð máttu tey spara somikið nógv, at vín og vatn var blandað í lutfallinum 1:20. T.v.s. praktisk sæð grapejuice undir 1,0 % alkohol. Og soleiðis sluppu tey undan, at arbeiða ávirkaði og samstundis fyribyrgdu tey, at alkohol fekk vald á teimum. Men nýtslan av víni, sum sóttverjandi drykk varð kanska tann mest týdningarmikla orsøkin, hví tey blandaðu vatn uppí vín. Tað er almenn vitan, at vatnið var vánaligt nógvastaðni og at hetta var besti hátturin, at tryggja sær, at vatnið bleiv sóttreinsað. Seinni hava lívfrøðingar staðfest, at vín drepur bakteriur. Í hesum samanhanginum er tað kanska áhugavert at nevna, at tað ikki er alkoholið, men sýrur í víninum, sum drepa bakteriurnar. So, tað bíbilska vínið er ein signað gáva frá Gudi, í mun til hitt sterkt alkoholiseraða forbannilsið frá rúsdrekkasøluni.
Hitt góða vínið, sum Jesus skapti var sjálvandi góðska á hægsta stigi. Hansara vín var spildur nýtt og feskt. Og tað er sera trúligt, at Hansara vín ikki var sum heimsins vín, ið hevur staðið í gering. Tað vil siga, at hetta vínið var mest sannlíkt alkoholfrítt vín og ikki meint til, at drekka sær kenning ella fullan av. Onkur hevur sagt, at vín Jesusar umboðaði Hansara dýrd og var sostatt hóskandi til høvi, at skeinkja gestunum til minnis um Hansara fyrsta stóra undurverk. Tímiliga sæð bjargaði Jesus brúdleypinum og sjálvandi blivu tey glað. Tí roknast kann við, at tey einki høvdu at drekka afturvið matinum, undantikið skitið vatn, sum tey fingu ilt í búkin av.
Um heilagi moralur Jesusar, sum er líkur morali Guds verður drigin inn í brúdleypið í Kána, tá síggja vit beinanvegin, at hitt nýskapta og góða gudavínið ikki hevði nakað alkohol innihald í sær. Eitt høgt alkohol innihald er í andsøgn við alla læru og vísdóm Jesusar. Ikki brúkti Hann kraft Guds á undurfullan hátt, at framleiða fleiri hundrað litrar av sterkum víni til eitt brúdleyp, ið var fult av børnum og ungfólki. Og soleiðis uttan himpr koyra bensin á bálið. Nei, slíkir tankar um Harra og Frelsara okkara eru bæði blasfemiskir, villleiðandi og ein vanvirðislig tankagongd sum heild. Tað er í andsøgn við ætlan Guds og frelsuverk Jesusar her á jørð.
Góði, vit hava ein fyriskipaðan Gud í himlinum við moralskari ábyrgd á sera høgum støði. Orð Guds lærir, at Jesus er Hansara Sonur. Og dentur skal leggjast á hetta, at Jesus er sakleysur, syndafríur og fullkomið menniskja. Ein slík ábyrgdarleys gerð hevði verið í andsøgn við alt tað, sum Jesus Kristus stendur fyri. At stoytt fólk full av vingludrykki hevði avgjørt smittað Hansara syndafríu náttúru og gjørt bótaleysan skaða á orð Guds.
Sostatt kann drekkarí frá heimsins framleiðarum ikki rættvísgerast í orði Guds. Tað er nakað sum Gud fordømir og ikki vil kennast við. Men vín Guds er ikki alkoholframleiðsla, sum vit kenna til. Dagsins alkoholframleiðsla er ein tilgongd, ið beinleiðis førir til fall og órøkt. Um vín Jesusar var framleitt til at drekka sær kenning ella fullan av, tá hevði undurfulla vínundrið verið eitt skaðiligt tekin, har Jesus sjálvur hevði sýnt sína skomm ístaðin fyri sína hátignarligu dýrd fyri lærisveinunum og øllum fólkinum.
Sjálvandi var Harrin Jesus fult greiður yvir hetta, at vínundrið ikki einans fór at hava árin á Hansara samtíð, men á øll ættarliðini framyvir. Um vit ímynda okkum, at Jesus í Kána framleiddi eitt vánaligt og niðurbrotið vínslag, eins og heimsins vín frá heimsins rivnaðu brunnum, tá hevði Hann verið ávirkaður av Djevlinum og ikki fullur av kraft og dýrd Guds. Hetta hevði sjálvandi ført við sær, at lærusveinar hansara, hvørki høvdu trúð og ei heldur fylgt honum eftir, um teir vóru vitni til eitt ónatúrligt tekin, ið eggjar til drykkjuskap.
Hoyr, Kristus er ikki Mohammed, sum við síni innbjóðing lokkar menn í eina hvørvisjón ??? inn í eitt sensuelt paradís. Tvørtur ímóti! Jesus segði við lærisveinar Sínar: ???Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.??? (Matt. 16.24). Jesus er ein sannur undangongumaður, sum sigrandi vann sínir eftirfylgjarar og slóðaði teimum nýggjan veg. Hetta boðið inniber eitt avnoktandi og fráhaldandi verðsligt lív. Eitt lív, sum ikki er stýrt av egoismu, luksus og øllum tí, sum hesin óndi heimur borðreiðir við fyri øllum menniskjum í dag.
Hesin signaði bíbliuteksturin um brúdleypið í Kána endar soleiðis: ???...hetta fyrsta tekin Sítt gjørdi Jesus í Kana í Galilea ??? og opinberaði dýrd Sína, og lærisveinar Hansara trúðu á Hann.??? (Joh. 2.11).
Hetta tekin opnaði á undurfullan hátt eygu og oyru á lærusveinum Hansara. Nú vistu teir, at Jesus úr Nasaret var KRISTUS. Teksturin er so kollveltandi, at teir sum veruliga trúðu á Hann ???bráðnaðu??? í sínum hjørtum. Tann stóra hendingin í Kána inniber uttan iva bæði eina andaliga, myndarliga og guddómliga meining til okkum øll.
Vatnfyllingin í tómu íløtini, sum upprunaliga vóru brúkt til reinsan hjá jødunum, ímyndaði endan av jødisku religiónini. Hitt nýggja og góða vínið, ið var ein nýggjur skapningur ímyndaði Jesus, sum er vegurin, sannleikin og lívið. Hann, sum er ríkur og fullur av ósigandi gleði og dýrd. Tað er eyðsæð í tekstinum, at høvuðsendamálið við at gera hetta tekin, var startskotið av fleiri himmalskum teknum og undrum. Alt hetta fyri at vísa dýrd Harrans og sannføra lærusveinarnir, jødarnir og okkum sum nú liva, at Jesus er Kristus. Og tað stendur, at lærusveinarnir TR??ÐU á Jesus. Henda trúgvin er sambært frummálinum ein treytaleys trúgv, tað vil siga, at teir trúðu Honum av fullum huga. Halleluja!
Efes. 4, 1 til 6, 9 viðgerð í høvuðsheitinum atburðin hjá einum kristnum persóni. Efes.5.18 leggur ikki fingrar ímillum og sigur soleiðis við tey trúgvandi: ???Drekkið tykkum ikki drukkin av víni - í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum.??? Ein sannur kristin letur seg áhaldandi fylla av Heilaga Anda Guds og tískil er einki rúm fyri ræðuligu vínspilluni í lívið hansara.
Men Bíblian lærir, at nøkur trúðu á Hann og onnur trúðu Honum ikki. Ein nærliggjandi spurningur er hesin: ???Hvussu sær Jesus mun á einum vantrúgvandi og einum trúgvandi? Jú, Hebr. 4, 12 ??? 13 svarar greitt og týðiliga og fevnir um alt sovorðið: ???Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera.???
Orð Guds er sum ein rættvísur skiljari. Vit kunnu samanlíkna tað við ein skikkaðan persón, ið skilur ektaðar perlur frá virðisleysum perlum. Tí er tað bráðneyðugt, at fólk tryggja sær, at tey veruliga eru frelst og ikki bert halda, at alt er í lagi.
Okkara partur er at taka ímóti Jesusi við trúgv. Og tástani tekur Gud ímóti okkum. (Joh. 1, 12). Tí av náði verða menniskju frelst, við trúgv - og tað ikki av teimum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær. Tí tey sum TR??GVA eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at tey skuldu liva í teimum. (Efes. 2, 8 ??? 10). Amen!
Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald