Ítróttur

Heimir nýggjur venjari hjá HB

...

2017-11-03 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HB.fo skrivar: Í leitanin eftur venjara til okkara besta lið, eru vit hesuferð farin út um bøgarðarnar. Fyri løtu síðan varð greitt, at Heimir Guðjónsson verður okkara nýggi høvðusvenjari.

Heimir Guðjónsson er 48 ára gamal og seinasta venjarastarvið var hjá vinum okkara úr FH á Hafnafjørðinum.

Heimir leikti á hægsta støði í Íslandi frá 1986 við KR, síðan eitt skiftið í ÍA fyri síðan at enda í 2006 í FH.

Eitt nú var hann við at vinna 4-1 á okkum í dysti um Atlandsbikarið í 2005. Eisini hevur hann leikt á landsliðnum.

Vit fegnast almikið um at hava fingið tílíkan kapasitet í felagið og gleða okkum at síggja hvussu komandi ár fer at síggja út.

Eisini fara vit her at ynskja nýggja venjararanum hjartaliga vælkomin í Havnar Bóltfelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder