Vinna

Heiðursbrøv frá Vága kommunu

...

2014-05-26 23:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna:

Í sambandi við ruddingardagin í Vága kommunu, handaði borgarstjórin í dag heiðursbrøv til tveir av borgarunum í kommununi, sum í nógv ár hava útmerkað seg, við at gera ósjálvsøkið arbeiði til gleði og gangs fyri samfelagið, tey eru partur av. Tey, sum heiðra vóru hesaferð, vóru Karl Johan Nielsen úr Vatnsoyrum og Hansina á Plógv úr Sandavági.

Karl Johan Nielsen hevur í fleiri ár verið ein av høvuðspersónunum aftanfyri Krígssavnið í Vágum. Hann er kendur fyri sína stóru søguligu vitan. M.a. hava vit hoyrt hann greitt frá í útvarpinum.
At Krígssavnið er vorið til tað, tað er í dag, er einki minni enn eitt roysni, framt av fleiri eldsálum, sum hava nýtt stóran part av frítíð síni til at byggja savnið upp. Vit skulu minnast til, at eitt krígssavn var í Havn, men at tey har suðuri (hóast fólkagrundarlagið er fleiri ferðir størri enn tað er í Vágum) ikki megnaðu at reka tað sum eitt savn, har lutirnir vera vístir fram. Hetta megna fólkini aftanfyri krígssavnið í dag at gera.
Tá tað gjørdist greitt, at krígssavnið í Havn ikki var virkið, og lutirnir, savnið átti, lógu burturgoymdir, tóku fólk í Vágum seg saman at seta á stovn krígssavn her vesturi. Eitt krígssavn fyri alt landið. Krígssavnið hevur samlað saman nógv krígsminnir, bæði lutir og skjøl, úr øllum landinum, sum nú vera víst fram í hølunum í Miðvági.
Karl Johan hevur verið við frá byrjan í hesum stóra arbeiði. Hann hevur, saman við hinum í nevndini, stórar framtíðarætlanir við krígssavninum. ??tlanir, sum vit vóna, kunna gjøgnumførast.
At Karl Johan í dag fær handað heiðursbræv, er eisini eitt herðaklapp til øll hini, sum hava verið við til at byggja krígssavnið upp. Hjartaliga tøkk øll somul og hjartaliga tillukku Karl Johan.

Hansina á Plógv hevur verið við til at fyriskipa fleiri Vestanstevnur, bæði í Sandavági og Miðvági.
Í mong harrans ár hevur hon verið ein av høvuðspersónunum aftanfyri kappróðurin í Sandavági eins og hon hevur verið nevndarlimur í Miðvágs Badmintonfelag. Sjálv hevur Hansina verið aktivt ítróttarfólk longri enn tey flestu. Tað sæst eisini á henni. Hon sær út sum ein ung genta, hóast hon ikki er 20 longur.
Hansina róði í nógv ár við ??rnini, har hon, saman við øðrum, vann nógvar róðrarnar og Sandavági miklan heiður. Eisini hevur hon staðið fyri venjingini av teimum ungu rógvarunum, og væl er vant, tí úrslitini hava verið góð.
Hansina spældi eisini badminton í fleiri ár, og var millum teir stinnastu kvinnuligu badminton-leikararnar, tá hon var uppá sítt besta.
Sum tann ábyrgdarfulli persónur Hansina er, so var tað ikki nokk fyri hana at íðka ítrótt. Nei, hon vildi eisini vera við til at skipa fyri. Tí var hon vald í nevndirnar bæði í SÍF og MBF.
Eitt av høvuðsavrikunum, sum Hansina hevur verið við til, er neystið hjá róðrardeildini í SÍF. Tað stendur nú við bátahylin í Sandavági sum eitt satt prýði fyri bygdina.

Hjartaliga tillukku Hansina og takk fyri stóra ólønta arbeiði títt. Takk fyri, at tú hjálpir ítróttarfeløgum bæði í Sandavági og Miðvági og ikki gert mun á, hvaðan ítróttarfólkini koma frá, skrivar Vága kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder