
Eftir 1. desember verður Hegga Samuelsen aftur at síggja í 07Vestur, tá hann kemur at røkja starvið sum ítróttarleiðari í felagnum.
Ítróttarleiðarin kemur at virka sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum, eins og ítróttarleiðarin, saman við nevnd og venjarum felagsins, kemur at mynda felagið og skapa ein yvirskipaðan leisti fyri virksemi felagsins framyvir.
Tað er, sambært formanni felagsins, ein fongur at hava fingið Hegga aftur í felagið. ???Vit hava góðar royndir við Hegga sum ungdómsvenjara, og vit eru vís í, at hansara førleikar vilja styrkja um tað góða ungdómsarbeiðið, sum longu er í felagnum og í enn størri mun veita øllum íðkandi góðar og aldurssvarandi venjingar.???
Ein umráðandi leiklutur hjá ítróttarleiðarunum verður, saman við høvuðsvenjaranum, at menna leikarar í 16-19 ára aldri til vaksnamanna deildina, soleiðis at felagið framhaldandi kann varðveita flest møguligar leikarar.
??? Eg gleði meg til hesa spennandi avbjóðingina, og síggi fram til at arbeiða saman við teimum dugnaligu venjarunum, sum longu eru í felagnum???, sigur Hegga. ???Vit ynskja, at so nógv børn og ung sum møguligt spæla fótbólt - eisini eftir at tey eru vorðin vaksin.???
Sáttmálin við Hegga er galdandi frá 01. des. 2019 til árslok 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald