2020-11-08 14:50
Sunnudagin 8. november letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum.
Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommu at røða.
Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum og verður okkurt leskandi og lættari ábit at fáa eisini.
Listaframsýningin, sum umfatar 21 oljumálningar, hongur uppi fram til 5. desember.
Framsýningin kann annars vitjast soleiðis:
Yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 19:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald