Høvuðsvenjari okkara, Heðin Askham, hevur biðji um at blíva loystur úr starvinum sum høvuðsvenjar hjá 07 Vesturi. Sum einasta felagið í Betri deildini er høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur ikki í fultíðarstarvi. Vit mugu ásanna at krøvini til eitt høvuðsvenjarastarv í Betri deildini hjá monnum eru seinnu árini bert vorðin størri og størri.
Tað hevur verið ein avbjóðing, at røkja eitt civilt starv, samstundis sum man skal finna neyðugu orkuna til at standa sum høvuðsvenjari hjá einum Betri-liði, sum ger at Heðin hevur biðið um at verða loystur úr starvi.
Heðin byrjaði sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur fyri einum góðum ári síðani, og megnaði at venda eini keðiligari gongd í 1. deild til at teir í endaspurtinum í fjør vunnu heili 13 av teimum seinastu 14 dystunum. Hetta rakk til eitt annað pláss í 1. deild og beinleiðis uppflyting í Betri deildina.Í Betri deildini hevur 07 Vestur megnað at fingið 8 stig uppá 11 dystir, og liggja í løtuni á einum áttanda plássi.
Vit í 07 Vestur eru sera hørm um at missa Heðin sum veruliga kom inn og fekk flutt felagið nøkur risa fet hettar árið hann stóð á odda fyri besta mansliðnum. Nevnd, leikarar, starvs-og hjálparfólk vilja takka Heðini fyri tað megnar arbeiðið hann framdi og ynskja honum blíðan byr framyvir.
Vantandi verður nýggi venjari kunngjørdur ein av fyrst komandi døgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald