HB.fo: Nýggjasta tilburðirnir av koronasmittuna koma at ávirka okkum. Átøkini, sum í dag eru sett í verk fyri at byrgja upp fyri at smittan spjaðir seg, koma at ávirka okkara hóp hjá Betri monnum. Fleiri av okkara yngru leikarum ganga í skúla á Glasir, og skulu kannast fyri korona tvær ferðir komandi dagarnar, umframt at sita í sóttarhaldi til teir hava tvey negativ úrslit.
Í samlaða hópinum hava vit fleiri spælarar, sum ganga á Glasir, og hetta ávirkar okkara møguleikar at seta liðið, ??? í øllum førum til komandi dyst. Vit í HB halda tó at tað er sera umráðandi at vit fáa spælt dystirnar í komandi viku, soleiðis at landskappingin kann avgreiðast nøkunlunda sum ætlað. Korona hevur longu ávirkað landskappingina í so stóran mun, at tað verður trongligt at flyta fleiri dystir.
Vit ganga sjálvandi út frá, at øll feløgini neyvt fylgja vegleiðingini frá myndugleikunum á hesum øki, soleiðis at landskappingin verður ávirkað minst møguligt. Hóast hetta merkir, at vit koma at mangla spælarar bæði til venjing og dystir í komandi viku.
Í HB hava vit eisini tikið neyðugu atlitini, og hava avlýst venjingar og dystir hjá nøkrum av yngru liðunum í komandi viku, eins og HB-húsið aftur verður stongt eina tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald