2020-12-06 13:27
FSF: Við 2-0 sigri á Víkingi vann HB eisini steypakappingina hjá monnum. Málini gjørdu Mikkel Dahl og Mads Bo Mikkelsen
Havnar Bóltfelag, HB, er greipuvinnari 2020. Í finaluni um Løgmanssteypið vunnu teir reyð-svørtu 2-0 á Víkingi, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin setti Mikkel Dahl ??? víð góðari hjálp frá Gunnari Vatnhamar úr Víkingi ??? bóltin í málið, og í 56. minutti skoraði innskifti Mads Bo Mikkelsen til 2-0.
Víkingur trýsti seinastu løtuna, men neyðuga hepni var ikki við teimum ljósabláu, og veruligur spenningur kom ongantíð í dystin. Tískil endaði greipan hjá Jens Berthel Askou og hansara monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald