2014-05-06 03:19
Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera - miðskeiðis í hesi vikuni hava teir tikið ímóti 100.000 tons higartil í ár. "Her sær spennandi út - tað er sum í gomlum døgum" søgdu tey á Havsbrún, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu við tey.
Í løtuni landar Christian í Grótinum 2.000 tons av svartkjafti og Finnur Fríði liggur á Fuglafirði og bíðar eftir tørni til at landa, Finnur Fríði hevur 2.600 tons.
Les eisini: Norðborg gjørt túr nummar 100.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald