2014-04-18 13:55
Tað seinastu tíðina er nógvur svartkjaftur landaður í Fuglafirði, alt sum tey føroysku skipini - undandikið Norðborg - hava fiskað í ES-sjógvi er landað í Fuglafirði til Havsbrún.
Tað seinastu vikuna man nøgdin liggja um 12.000 tons, sum er landað til Havsbrún.
Á myndini, sum er tikin í gjár, liggur Jupiter og bíðar eftir landingartørni.
Seinnapartin í dag kemur Atlantsfarið á Fuglafjørð við 800 tonsum av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald