Vinna

HavnarDagur

...

2014-05-26 13:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

MEST skrivar:

Tórshavnar Havn skipar 2. hvítusunnudag fyri einum nýggjum forkunnugum tiltaki, sum hevur fingið heitið HavnarDagur.
Fram við bryggjukantinum í Havn eru nógvar fyritøkur og stovnar, sum onkursvegna hava sítt virksemi á sjónum ella fram viðsjóvarstrondini. Vanliga er hetta avbyrgt økið fyri almenningin, men 9. juni ??? 2. hvítusunnudag ??? fara hesar fyritøkur og stovnar at hava opið hús, har høvi verður hjá øllum áhugaðum at støkka inn á gólvið og kunna seg um virksemið hjá teimum.
Talan er um 10-15 fyritøkur, sum á einhvønn hátt eru knýttar at bryggjukantinum.
Tiltakið byrjar klokkan 12:00 við Eystaru bryggju, haðani verður farið á vitjan hjá stovnum og fyritøkum fram við bryggjukantinum. Allastaðni verður okkurt forvitnisligt á skránni umframt livandi tónleik og okkurt til matna. Bjargingarbáturin Lív og Pressarin fara at flyta fólk millum Eystaru og Vestaru bryggju. Tiltakið endar hjá Mest við Vestaru bryggju umleið klokkan 17:00.
Alt tiltakið er ókeypis. Skrá fyri dagin verður send út til hvørt húsarhald í Havn.

Luttakararir á HavnarDegnum eru:
Skansi Offshore
Smyril Line
Taks
Smyril Blue Water
Tórshavnar havn
Faroe Ship
Vónin
Bakkafrost
Magn
Samskip
Mest

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder