2014-05-22 21:49
Rækjutrolarin Havborg, sum hevur roynt í russiskum sjógvi, fór at sigla týsdagin, teir komu til Tromsø í morgun, har teir bunkra, skifta manning og taka útgerð til nýggjan túr. Síðan fara teir til Kårvik, har teir skulu landa í morgin. Havborg hevur knappliga fulla last ella beint undir 400 tons, teir byrjaðu túrin 12 apríl.
Sagt verður frá góðum rækjuprísi.
Hin føroyski rækjutrolarin - Arctic Viking - hevur eisini roynt í russiskum sjógv, men teir fluttu undan fiskaloysi og kastaðu í Smoguni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald