Ítróttur

Hava rundað 50 lið

...

2018-04-30 09:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyrireikingarnar til ársins fótbóltstiltak, Intersport Summar Cup 2018, eru nú av álvara byrjaðar, so tað verður klárt at bjóða øllum vælkomin í vikuskiftinum 7. og 8. juli 2018.
- Vit hava rundað 50 tilmeldingar og koma tað dagliga fleiri og fleiri tilmeldingar, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari. Hann leggur aftrat, at tilmeldingar deila seg rímiliga javnt millum ymsu árgangir, samstundis sum tað er talan bæði gentu og dreingja lið.
Sum nakað nýtt, so verður Intersport Summar Cup í ár yvir tveir dagar hjá U11, U13 og u15. Hetta ger, at teirra dystir koma vera longri og spældir á størri vølli.
Ikki bert føroysk lið eru millum tey, ið hava boða frá luttøku, tí bæði lið úr Danmark og Noreg koma hendan vegin í juli fyri at luttaka í Intersport Summar Cup 2018.
- ??tlendsku liðini eru vónandi við til at gera kappingina enn meira spennandi hjá føroysku luttakarnum, sigur Andrass Thomsen. Hann leggur tó aftrat, at fyrireikingarnar í samband við luttøkuna hjá útlendsku liðinum eru væl meira krevjandi.
Bæði føroysk og útlendsk lið hava møguleika at bíleggja gisting í samband kappingina, har gist verður í Argja Skúla frá fríggjadegnum 6. juli 2018 til sunnudagin 8. juli.
Kostnaðurin fyri luttøku hækkar á miðnátt 30. apríl 2018, so nú er at gera skjótt av og melda til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder