Vinna

Hans Laksá endaliga fríkendur

...

2018-11-23 14:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag hevur Finansiel Stabilitet kunnað um, at sakarmálið móti grannskoðanini hjá danska Eik Banka ikki verður skotið inn fyri Hægsta Rætt. Samstundis hevur Finansiel Stabilitet gjørt av, at sakarmálið móti grannskoðanini hja føroyska Eik Banka verður slept.

Harvið er Hans Laksá leysur av øllum sakarkrøvum í sambandi við málið um Eik Banka, sum hava hingið á honum í 7 ár.

Nú kann Hans Laksá loksins aftur nýta alla sína arbeiðsorku uppá arbeiðsuppgávunar fyri viðskiftafólkini hjá P/F Januar uttan at hugsa um sakarkrøv.

Kelda: Januar.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder