Ítróttur

Hallur: Vit skulu vinna bólkin

...

2018-01-27 18:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Hallur Hansson er hampuliga væl nøgdur við lutakastið í UEFA Nations League, men hevði ynskt sær okkurt annað land enn Kosovo úr lægsta styrkisbólkinum.

- Eg eri miðal væl nøgdur við lutakastið. Tíverri fingu vit Kosovo, sum eg haldi er eitt øgiliga gott lið. Tað er eitt sindur misvísandi, at teir eru undanskipaðir millum tey allar lægstu á styrkislistanum. Serliga tá hugsað verður um, at liðið er fult av top-spælarum, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Á middegi mikudagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League. Lutakastið var í Lausanne í Sveis, og Føroyar komu í bólk 3 í 4. deild, saman við Aserbadjan, Malta og Kosovo. Fyrsti dystur verður á heimavølli fríggjadagin 7. september klokkan 19:45, tá maltesar vitja á Tórsvølli.

Fyri føroyska landsliðið er Nations League ein kærkomin møguleiki at tryggja sær pláss til næsta EM-endaspæl. Vinnarin í 4. deild (Divison D) tryggjar sær nevniliga beinleiðis atgongd til EM 2020. Og sambært Halli Hansson skal føroyska liðið fara eftir møguleikanum.

- Alt í alt hugsi eg, at vit hava møguleikan, og vit skulu avgjørt seta øll segl inn fyri at fáa fatur í 1. plássi í okkara bólki, sigur Hallur Hansson.

Skráin fyri UEFA Nations League sæst her:UEFA Nations League / Skrá

Atgongumerki til dystir í UEFA Nations League fáast til keyps íNethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Í sjónmiðlinum niðanfyri sæst frágreiðing um, hvussu UEFA Nations League verður spælt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder