2020-02-08 20:29
H71 vann í kvøld tí seinnu hálvfinaluna ímóti kvinnunum hjá Neistanum. H71 vann dystin 22-19, og vann H71 eisini tí fyrru hálvfinaluna 24-19.
H71 hevur tí skrivað søgu í kvøld, tí ongantíð áður hevur H71 havt eitt lið í steypafinaluni hjá kvinnum.
Eftir dystin fingu vit orð á Hall Danielsen, sum er hjálparvenjari hjá H71. Hallur rósti serliga Lív Zachariassen fyri at H71 hevur vunnið seg í steypafinaluna.
Sí myndir her, og les dystarfrásøgnina her.
Trýst á pílin fyri at hoyra hvat Hallur segði.
Um tú ert á telefon, trýst so fyrst á "listen in browser".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald