Ítróttur

H71 vann við einum á StÍF

...

2017-12-03 21:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í FTZ-deildini hjá monnum í hondbólti, tók H71 í dag móti StÍF.

Tað var H71 ið byrjaði dystin betri, og eftir 20. min. høvdu teir eina føring uppá 5 mál, støðan tá var 13-8. Hálvleiksstøðan var 18-13. Leingi sá út til at H71 fór at vinna við fleiri málum, og tá ið 54. min. vóru leiktir var støðan 31-25. So gekk tað skjótt hjá StÍF, og skoraðu teir til 32-31 í seinasta minuttinum, H71 tók time-out, og fleiri mál komu ikki. H71 vann dystin 32-31.

Málskjúttar: 

H71: Pætur Thomsen 8, Mark Marcher 7, Rúni V. Højgaard 4, Vilhelm Poulsen 3, Sigmundur Nolsø 3, Hilmar Leon Jacobsen 3, Leivur Mortensen 2, Andor Sivertsen 1 og Niklas Hanussarson 1.

StÍF: Sveinur Justinussen 11, Pætur Johansen 8, Allan Norðberg 8, Pætur ó Joensen 2 og Jóannes Prestá 2.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin123142724219
2H71123233051817
3Team Klaksvík11256273-1712
4VÍF10300298210
5Kyndil11260266-69
6KÍF12309326-177
7StÍF12316338-226

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder