2018-09-16 17:03
H71 spældi fyri fyrstufer í bestu kvinnu-deildini í hondbólt í fjør. Í dag vóru tær á vitjan hjá Kyndli, sum plagar at standa seg væl í kvinnuhondbólti.
Kyndil byrjaði dystin betri og vóru á odda 4-2 eftir 6. min. men tá tók H71 yvir og hálvleiksstøðan var 10-14. H71 vann dystin 22-30.
Kyndil: Bára K. Hansen 7, Súna K. Hansen 4, Birita Mortansdóttir 4, Anja Eliasen 3, Sólja B. Poulsen 2, Ásleyg Súnadóttir 1 og Beinta Lindberg 1.
H71: Maria H. Weyhe 7, Durita Toftum 6, Marita Mortensen 5, Karin H. Simonsen 4, Guðrið á Borg 3, Eva Barba Arge 3 og Tórhalla Thorsteinsson 2.
Støður:
5. min. 3-1
10. min. 4-4
15. min. 6-7
20. min. 7-12
25. min. 8-13
30. min. 10-14
35. min. 11-17
40. min. 14-20
45. min. 16-22
50. min. 20-25
55. min. 21-27
60. min. 22-30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald